41
Jóhannesar opinbering
Á oynni Patmos hevði Jóhannes eina sjón, har hann sá bæði Gud og Jesus.
Hann sá opnar himmalsins dyr. Og úr Guds bók fekk hann at hoyra, hvussu
kom at gangast heiminum og menniskjum á dómadegi. Ein eingil leiddi
Jóhannes upp á eitt fjall, og har fekk hann loyvi at síggja hitt nýggja Jerúsalem
við gullgøtum og jaspismúrum,
Opb 21
Jóhannes var burturvístur til Patmos av rómverska yvirvaldinum. Har slapp
hann at taka ímóti opinbering Jesu Krists, sum hann seinni skuldi skriva niður
í bók og senda teimum sjey kirkjuliðunum í Lítla Ásia, í Efesus, Smýrnu,
Pergamon, Týatíru, Sardes, Filadelfia og Laodikeu.
Hesa tíðina var atsóknin móti teimum kristnu hørð. Ivamál er um, júst hvat
ár hetta var. Onkur heldur, at her er talan um tíðina, tá Nero keisari forfylgdi
teimum kristnu og gav teimum skyldina fyri, at Róm brendi um ár 64 e.Kr.
Onnur halda, at her er talan um tíðina, tá ið Domitian var keisari. Hann tók
við eftir Nero 81-97 e.Kr. Ta tíðina vóru tey trúgvandi forfylgd sum ongantíð
áður. Tey, ið ikki vildu tilbiðja mynd keisarans, mistu ognir sínar og frælsi, og
mong vórðu dripin.
Opinbering Jóhannesar er síðsta bók í Bíbliuni. Í henni er loyndarfult mynda
mál, ið vísir, hvussu Guds frelsuætlan at enda eydnast. Opinbering Jóhannesar
hevur altíð troysta menniskju, ið hava havt tað torført, og sum hava verið
meinsøkt av trúar ávum.
Jóhannes sá Guds trónu í himni, og sjónirnar vísa vanlukkuligar hendingar,
ið bera ímóti enda heimsins, dómadegi og skapanini av nýggjum himmali og
nýggjari jørð.
Hesar skriftir hava havt avgerandi ávirkan á hugsan teirra kristnu um síðstu
tíðir jarðarinnar, og hvat síðani verður.
Fyrst og fremst er opinberingin stílað til tey sjey kirkjuliðini í Lítla Ásia. Paulus
og hjálparmenn hansara høvdu stóra ávirkan á menningina av kristnilívinum
har í økinum. Eisini hevði Jóhannes umsjón við hesum øki, tá ið hann í eini
tvey til trý ár arbeiddi sum trúboðari í Efesus.
Jóhannes vil hjálpa kirkjuliðunum at skilja støðuna á rættan hátt. Hesum
viðvíkjandi líkist Jóhannesar opinbering mongum øðrum skriftum í Bíbliuni,
til dømis profetunum í Gamla Testamenti og brøvunum í Nýggja Testamenti.
Serstakliga í inngangsorðunum í sendibrøvunum verður andliga støðan í
kirkjuliðunum lýst: Eg kenni... Eg veit... o.s.fr. Víst verður á týdningin at liva
eitt satt trúarlív, at áminna kirkjuliðið at liva fyri Harranum, ugga tey og vísa
á, at Guds ríki sigrar.
Jóhannesar opinbering hevur eina væl gjøgnumhugsaða skipan, og 7-talið
hevur nógv at týða í henni. Í høvuðsheitum er hon um sjey sjónir.
Kap. 1 - Bíbilsku skriftirnar