47
UPPSKOT
Samandráttur
• Stóra kærleiksboðið er innihaldið í kristnu
siðalæruni
• Kærleiki fevnir víða
• Kærleiki er ofta evni í søgum, sangi og myndlist
• Øllum tørvar kærleika
• Tað mótsetta av kærleika er líkasæla
• Móðir Teresa virkaði millum fátæk í Calcutta
Spurningar
1. Hvat skilir tú við orðið kærleiki?
2. Hvat skilir tú við orðið næstakærleiki?
3. Kunnu vit læra at elska?
4. Hvat merkja orðatøkini á bls. 45?
5. Kann kærleiki vera trupul? Hví/hví ikki?
Hvussu arbeiðast kann við 3. kapitli:
Góðir møguleikar eru at arbeiða tvørfakligt
kristni/føroyskt við teimum ymsu tekstunum.
Søgurnar “Abbin” og “Hin vakra og vituga drotningin”
eins og sangurin “Nánd” eru at finna á snar.fo/kristni9
• Brotini úr teimum ymsu søgunum og sangirnir í
næmingabókini geva íkast til prát um kærleika.
• Stutta søgan hjá Brøðrunum Grimm, ”Abbin”,
leggur upp til prát um kærleika ella umsorgan fyri
foreldrum, tá tey gerast gomul.
• Ævintýrið “Hin vakra og vituga drotningin” kann
somuleiðis nýtast í práti um kærleika og kanska, tá
ikki gongst eftir ætlan. Komið kann eisini vera inn
á brúðarritualið og hjúnaskilnað.
• Sangurin “Nánd” kann vera eitt uppskot til
prát í sambandi við líkasælu og nøgdsemi og
at duga at virða og síggja tað góða og trygga í
nærumhvørvinum.
• Næmingarnir kunnu sjálvir koma við sangum, eisini
útlendskum, myndum og frásøgnum, ið á ymsan
hátt lýsa kærleika.
Kapittul 3
Kærleiki