51
Elskaðu tit, latum okkum elska hvør annan, tí at kærleikin er av Guði; og ein og
hvør, sum elskar, er føddur av Guði og kennir Guð. Tann, sum ikki elskar, kennir ikki
Guð, tí at Guð er kærleiki. Í hesum varð Guðs kærleiki opinberaður okkara millum,
at Guð hevur sent son sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við hann. Í
hesum er kærleikin: Ikki at vit elskaðu Guð, men at hann elskaði okkum og sendi son
sín til at vera bót fyri syndir okkara.
Elskaðu tit, hevur Guð soleiðis elskað okkum, tá eiga vit eisini at elska hvør annan.
Eingin hevur á nøkrum sinni sæð Guð; um vit elska hvør annan, tá verður Guð
verandi í okkum, og kærleiki hansara er fullkomin í okkum. Av hesum kenna vit, at
vit verða verandi í honum og hann í okkum, at hann hevur givið okkum av sínum
anda.
Og vit hava sæð og vit vitna, at faðirin hevur sent sonin til at vera frelsari heimsins.
Tann, sum viðkennir sær, at Jesus er Guðs sonur, í honum verður Guð verandi, og
hann í Guði. Og vit hava ásannað og trúð tí kærleika, sum Guð hevur til okkara.
Guð er kærleiki, og tann, sum verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Guði
og Guð í honum. Í hesum er kærleikin vorðin fullkomin hjá okkum, at vit hava
frímóð á dómadegi; tí at, eins og hann er, soleiðis eru eisini vit í hesum heimi.
Ótti er ikki í kærleikanum, men hin fullkomni kærleikin rekur út óttan; tí at ótti
hevur í sær revsing; men tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum. Vit elska,
tí at hann elskaði okkum fyrst. Um einhvør sigur: »Eg elski Guð,« og hann hatar
bróður sín, hann er lygnari; tí at tann, sum ikki elskar bróður sín, sum hann hevur
sæð, hvussu kann hann elska Guð, sum hann ikki hevur sæð? Og hetta boðið hava vit
frá honum, at tann, sum elskar Guð, eigur eisini at elska bróður sín,
1. Jóh 4,7-21
Fram um alt havið inniligan kærleika hvør til annan; tí at kærleiki fjalir fjøld av
syndum; verið gestablíðir hvør móti øðrum uttan meinskan. Eftir sum ein og hvør
hevur fingið eina náðigávu, so tænið hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar
yvir Guðs margfaldu náði. Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð; um einhvør
hevur eina tænastu, tá tæni hann eftir teirri megi, sum Guð gevur, til tess at Guð má
verða æraður í øllum lutum fyri Jesus Krist; hansara er dýrdin og mátturin um aldur
og allar ævir,1.
Pæt. 4, 8-11.
Stóra kærleiksboðið
Tá ið Jesus varð spurdur, hvat størsta boðið í lógini er, segði hann:
Tú skalt
elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga
tínum! Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: Tú
skalt elska næsta tín sum sjálvan teg,
Matt 22,37-40
Sagt verður, at stóra kærleiksboðið er ein stuttur samandráttur av øllum
innihaldinum í kristnu siðalæruni. Ein styttri samandráttur verður nevndur
hin gylta reglan:
Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu
tit eisini gera móti teimum, tí hetta er lógin og profetarnir,
Matt 7,12
Gylta reglan hjá jødum verður framborin soleiðis:
Alt tað, sum tit ikki vilja, at
menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit heldur ikki gera móti teimum.
Kap. 3 - Kærleiki