Kristni 9 - Lærarabók - page 60

60
allir aðrir Galileingar, av tí at teir hava verið fyri hesum. Nei, sigi eg tykkum; men
um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt,
Luk 13,1-3
Ella teir átjan, sum tornið í Siloam datt oman yvir og varð at bana, halda tit, at teir
vóru sekari enn alt hitt fólkið, sum býr í Jerúsalem? Nei, sigi eg tykkum; men um tit
ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt,
Jóh 9, 4-5
Og tá ið hann gekk framvið, sá hann ein mann, sum var blindur frá føðingini. Og
lærusveinar hansara spurdu hann og søgdu: Meistari, hvør hevur syndað, hesin
maðurin ella foreldur hansara, so at hann skuldi føðast blindur?” Jesus svaraði:
“Hvørki hann hevur syndað ella foreldur hansara; men hetta er hent, til tess at Guðs
gerningar mega verða opinberaðir á honum,
Jóh 9,1-3:
Tað er ymiskt, hvussu lívið lagar seg hjá tí einstaka. Hetta staðfesti Kingo í 4.
ørindi í sálminum “Onga tíð er frá mær váði”.
Onga tíð er frá mær váði,
alla tíð er hjá mær náði,
aldri uttan sút og trá,
altíð kann eg Jesus sjá.
2. Alla tíð meg syndin nívir,
alla tíð mær Jesus lívir,
aldri uttan neyð og trong
altíð tó við bøn og song.
3. Nú í kúri, nú í kæti,
nú á grúgvu, nú í sæti,
oftast stór mín óró er,
altíð trúgvin ugga ber.
4. Sorg og gleði saman fylgjast,
søtt og beiskt er bland mær lutast,
blandað mær í lívsins skál,
slíkt er alt mítt ævimál.
5. Gráti eg á nátt og degi,
hjálp mær Jesus, at tín gleði
yvir synd og sorgum má
altíð yvirlutan fá.
Kingo
Jákup Dahl týddi
Heini Lützen hevur henda sálmin á fløguni “Sálmar” frá 2010
Tey eru mong, ið júst í gudstrúnni finna troyst, tá harðast leikar á. Og ikki
minst við hjálp og umsorgan frá vinum og skyldfólki koma uppundan aftur.
1...,50,51,52,53,54,55,56,57,58,59 61,62,63,64,65,66,67,68,69,70,...148
Powered by FlippingBook