Kristni 9 - Lærarabók - page 69

69
Dansur í buddismu
Buddisma hevur eisini dans sum átrúnaðarliga siðvenju. Sum buddisman
breiddi seg úr India til onnur lond, tók hon siðir til sín heldur enn at vísa
teimum frá sær, eisini átrúnaðarligan dans og meditatión. Av tí sama er tað
ymiskt, hvussu átrúnaðarligur dansur er í ymiskum londum. Ofta er hann tó
elligamal og ber brá av mystikki.
Dansur í islam
Tað er serliga í sufismu, islamskum mystikki, at dansað verður til tess at
sameina seg við tað guddómliga. Tað hevur stóran týdning at minnast tey
nýggju og hálvfems nøvn Allah. Tað kann dansurin hjálpa við. Ymsu greinarnar
av sufismu hava ymiska siðvenju, men allar hava tað, at nøvnini á Allah verða
søgd við ávísari rytmu og ávísum dansilagi.
Dansur og andligar vísur í kristnari siðvenju
Andligar vísur sum Ljómurnar, Mariuvísur, Rudasarvísa, Torkilsdøtur og
Jólavísa stava helst frá katólskari tíð. Eftir trúbótina var bannað at nýta katólskan
skaldskap innan kirkjugátt, men tó hava hesar vísur liva á mannamunni.
Schrøter
Johan Hendrik Schrøter (1771-1851) var borin í heim í Tórshavn. Faðirin, ið
var av týskari ætt, var lækni. Schrøter gekk í latínskúla í Tórshavn frá 1784
til 1790. Síðan fór hann til Danmarkar at fáa víðari útbúgving; hann varð
studentur í 1791 og tók gudfrøðiprógv við Lærda háskúlan í 1796. Frá 1797
var Schrøter settur sum hjálparprestur í Suðuroy, og frá 1804 var hann settur
sum sóknarprestur fyri oynna við sæti í Leirum í Hvalba.
Eftir at hann hevði lagt starvið frá sær, búði hann í fýra ár suðuri í Vági. Hann
flutti í 1828 til Havnar at búgva, og har búði hann restina av ævi síni.
Schrøter var sera áhugaður í máli eins og tí føroyska kvæðaarvinum.
Jólavísan
Jólavísan hjá Schrøter er at finna í “Føroya kvæði” 30. bind.
Matteus, ið sigur frá vísmonnunum, sigur einki um, at teir vóru tríggir í tali og
heldur ikki, at teir vóru kongar ella júst, hvaðan teir vóru.
Í eini halgisøgu frá 1100-talinum verður sagt, at vísmenninir vóru tríggir í
tali. Tann fyrsti var gamal maður við hvítum hári og síðum skeggi. Hann æt
Melkior. Hann ofraði gull til Harran sum kong. Tann næsti var Kaspar ella
Jaspur, ein reyðdæmdur unglingi. Hann ofraði roykilsi til Jesus til heiðurs fyri
guddóminum. Tann triði var maður um miðjan aldur, Baltasar. Hann ofraði
myrru sum ímynd av, at menniskjusonurin skuldi doyggja. Halgisøgan vil vera
við, at teir vóru kongar, av tí at teir ofraðu so virðismiklar gávur.
Við tíðini komu frásagnir um, at teir komu úr ymsum heimspørtum, og at
teir høvdu ymiskan húðarlit. Í 1370 skrivaði Johannes Hildesheim eitt verk,
“Historia regum”. Har sigur hann, at Melkior var úr Arabia, Baltasar var úr
Etiopia og hevði myrkan húðarlit, meðan Kaspar úr Tarsus var ljósur í húðini.
Kap. 6 - Dansur og andligar vísur
1...,59,60,61,62,63,64,65,66,67,68 70,71,72,73,74,75,76,77,78,79,...148
Powered by FlippingBook