78
Eftir at Jesus var doyptur, fór hann út í oyðimørkina, har hann í fjøruti dagar
varð freistaður av djevlinum.
Nú var Jesus til reiðar til gerning sín. Í trý ár ferðaðist hann um í landinum.
Hann fekk sær tólv lærusveinar til hjálpar. Jesus livdi eitt syndafrítt lív. Hann
boðaði frá, at ríkið Guds var í nánd. Hetta vísti hann eisini í verki, tá hann
grøddi og fyrigav syndir.
Jesus segði tí: Tá ið tit fáa hevjað upp menniskjusonin, tá skulu tit koma at sanna, at
eg eri tann, sum eg eri, og at eg geri einki av mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum
faðir mín hevur lært meg tað. Og tann, sum sendi meg, er við mær; ikki hevur hann
latið meg vera einsamallan, tí at eg geri altíð tað, sum honum líkar,
Jóh 8,28-29
Hvør tykkara kann siga meg sekan í nakrari synd? Tali eg sannleikan, hví trúgva tit
mær ikki? Tann, sum er av Guði, hoyrir Guðs orð; tit hoyra ikki, tess vegna at tit eru
ikki av Guði,
Jóh 8,46-47
Mangir av jødisku leiðarunum í landinum hildu lítið um boðskap Jesusar, at
hann kundi fyrigeva syndir. Í teirra hugaheimi var synd uppreistur móti Gudi,
og tí kundi eingin annar enn Gud fyrigeva syndir.
Og tá ið hann sá trúgv teirra, segði hann:
Maður, syndir tínar eru tær fyrigivnar!
Og hinir skriftlærdu og Fariseararnir tóku at hugsa við sær sjálvum og søgdu:
Hvør er hesin, sum talar slíka gudsspottan? Hvør kann fyrigeva syndir uttan Guð
eina?,
Luk 5,20-21
Mong dømi eru um, at menniskju, ið valdu at fylgja boðskapi Jesu, broyttust
fullkomiliga. Tey sóu nú heimin við øðrum eygum og óttaðust ikki fyri at
broyta lívsførslu, hóast tey vórðu atsøkt og enntá máttu lata lív fyri trúgv sína.
Fleiri vóru tey, ið ikki løgdu lag í egnan tørv og egin ynskir og valdu at tæna
og hjálpa øðrum, eins og Jesus gjørdi.
Jesus segði, at vegurin til Guds gekk gjøgnum hann. Hetta vísti hann við
kærleika sínum til øll menniskju og við teimum undrum, hann gjørdi.
Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær,
úr Jóh 14,6
Alt er fingið mær upp í hendur av faðir mínum, og eingin kennir sonin uttan faðirin,
og ikki heldur kennir nakar faðirin uttan sonurin og tann, sum sonurin vil opinbera
hann,
Matt 11,27
Hvussu Jesus lærdi
Tá ið Jesus lærdi, legði hann stóran dent á at bøta um støðuna hjá teimum,
ið livdu í trongum korum, eitt nú fátøk, sjúk og kúgað. Samstundis leggur
boðskapurin dent á fátækdømi í anda og trúgv, ein tørv, ið øll menniskju hava.
Hjálpin, Jesus bjóðar, er bjarging úr synd, hetta fyri aftur at gerast fríur
skapningur. Jødar vistu, hvat lá í hesum at gerast fríir skapningar. Sjeynda
hvørt ár skuldu allir trælir verða leyslatnir.