Kristni 9 - Lærarabók - page 77

77
Kap. 7 - Jesu lív og læra
Einki bein í kroppi hans verður skalað
1.
Allar hansara liðir hann varðar, ikki ein teirra skal verða brotin,
Sl 34,21
2.
Men tá ið teir komu til Jesus og sóu, at hann longu var deyður, brutu teir ikki bein
hansara,
Jóh 19,33
Verður lagdur í grøv hjá ríkum manni
1.
Millum gudleysa teir góvu honum grøv, leggstað hjá ríkum, tó at hann ongan
órætt hevði gjørt, og svik vóru ikki í munni hans,
Jes 53,9
2.
Men tá ið komið var at kvøldi, kom ein ríkur maður úr Arimateu, Jósef nevndur at
navni, sum eisini sjálvur var vorðin ein lærusveinur hjá Jesusi. Hann fór til Pilatus
og bað um likamið av Jesusi. Pilatus beyð tá, at teir skuldu lata hann fáa tað. Og
Jósef tók likamið og sveipaði tað inn í reint línklæði, og legði tað í ta nýggju grøv sína,
sum hann hevði høgt inn í klettin; og hann velti ein stóran stein fyri gravarmunnan
og fór avstað,
Matt 27,57-60
Rísur upp frá deyða
1.
Tí ikki letur tú sál mína í helheim, ikki letur tú hin heiliga tín fáa grøvina at sjá,
Sl 16,10
2.
Og sí, Jesus kom ímóti teimum og segði: »Heilar og sælar!« Men tær fóru til
hansara og fevndu um føtur hansara og tilbóðu hann,
Matt 28,9
Fer til himmals
1.
Tú til himna fórt upp, førdi herfong av fangum, menniskjur tókst tú sum gávur;
eina tvørsintir skulu hjá Harranum Guði ei búgva,
Sl 68,19
2.
Og hann førdi teir út, yvir ímóti Betániu, og hann hevði upp hendur sínar og
vælsignaði teir. Og tað hendi, í tí hann vælsignaði teir, skildist hann frá teimum
(og varð lyftur upp til himmals),
Luk 24,50-51
Jesu lív og læra
Í Bíbliuni stendur, at Jesus varð føddur í Betlehem. Mamman var Maria moy.
Heródes, kongurin í landinum, var bangin fyri, at hetta dreingjabarnið, ið
tíðindi bórust um var føtt, skuldi taka valdið í landinum, og gav hann tí boð
um at drepa øll dreingjabørn í býnum. Maria og Jósef, ið hon var trúlovað við,
flýddu til Egyptaland við Jesubarninum. Tey komu ikki heimaftur, fyrr enn tey
frættu, at Heródes var deyður.
Tey búsettust í Nasaret. Annars stendur einki um Jesu barnaár, fyrr enn hann
12 ára gamal verður burtur frá foreldrunum á páskaferð teirra í Jerúsalem. Tey
funnu hann í templinum, har hann saman við vísum og lærdum monnum sat
og samskifti um átrúnaðarligar spurningar, og øll undraðust stórliga á vísdóm
hansara.
Um tríati ára aldur varð Jesus doyptur av Jóhannesi doyparanum. Tá ið Jesus
varð doyptur, opnaðist himmalin, og heilagi andin dalaði niður yvir hann sum
ein dúgva, og Guds rødd hoyrdist siga:
Hesin er sonur mín, sum eg havi góðan
tokka til.
1...,67,68,69,70,71,72,73,74,75,76 78,79,80,81,82,83,84,85,86,87,...148
Powered by FlippingBook