79
Kap. 7 - Jesu lív og læra
Um bróðir tín, hvørt tað er hebráiskur maður ella hebráisk kona, selur seg til tín, tá
skal hann tæna hjá tær í seks ár; men á sjeynda ári skalt tú lata hann fara frælsan
frá tær. Men tá ið tú letur hann fara frælsan frá tær, tá skalt tú ikki lata hann fara
tómhentan. Tú skalt geva honum góðan førning av smalum tínum, av treskivølli og
vínfargi, tú skalt geva honum av tí, sum Harrin, Guð tín, hevur vælsignað teg við.
Tú skalt minnast til, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi, og at Harrin, Guð tín,
loysti teg út; tessvegna bjóði eg tær hetta í dag, 5. Mós 15,12-15
Hvørt hálvtrýssinstjúgunda ár skuldi øll skuld verða strikað og allir trælir latast
leysir. Eitt slíkt ár varð nevnt fagnaðarár. Hendan skipan var týdningarmikil fyri
at javna munin millum fátøk og rík. Hetta stendur í triðju Mósebók. Myndina
av teimum, ið vórðu fríað frá skuld og trældómi, nýtir Jesus at vísa, at øll hava
møguleikan at gerast skuldarfrí fyri Gudi. Men ikki minst, hvussu Gud ynskir
at mynda lív menniskjans her á jørð, eisini í samfelag hvør við annan.
Tað er ikki løgið, at Jesu orð hugtóku tey fátæku og forfjónaðu. Um 20 ár eftir
Jesu deyða, skrivaði Paulus til samkomuna í Korint:
Tí at, brøður, lítið at kallan
tykkara, at tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir máttugir, ikki mangir
hábornir; men tað, sum heimurin heldur dárskap, valdi Guð sær út fyri at gera
hinar vísu til skammar; og tað, sum heimurin heldur veikt, valdi Guð sær út fyri at
gera hinar sterku til skammar,
1. Kor 1,26-27
Himnakongur
Jesus helt uppá, at hann var himnakongur. Hann er kongur, ið ræður eftir tí
leisti, ið sermerkir heimsins kongar. Ríkið er Guds, og hann skuldi fara til faðir
sín á himni, har hann skuldi sita við høgru hond faðirsins.
Hóast ríkið er himmalskt, so hevur tað eisini við henda heim at gera. Hetta
sæst eitt nú í Fjallataluni, har eitt av høvuðsendamálunum er at vísa á lívið í
fylgi himnakongsins. Í bønini
faðir vár
verður
biðið:
verði
vilji tín sum á himni
so á jørð.
Tá Jesus varð førdur fyri Pontius Pilatus, rómverska landshøvdingan í Júdea,
var spurningurin, um hann var kongur eisini frammi.
Men hann tagdi og svaraði einki. Høvuðspresturin spurdi hann uppaftur og sigur
við hann: Ert tú Kristus, sonur hins hálovaða? Men Jesus segði: Eg eri tað; og tit
skulu síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum
himmalsins,
Mark 14,61-62
Og teir reistust, allur flokkurin, og førdu hann til Pilatusar. Og teir tóku at klaga
hann og søgdu: Vit eru vorðnir varir við, at hesin maðurin villir fólk okkara inn á
avvegir og forbjóðar at lata keisaranum skatt og sigst sjálvur vera Kristus, kongur.
Og Pilatus spurdi hann og segði: Ert tú kongur Jødanna? Men hann svaraði honum
og segði: Tú sigur tað,
Luk 23,1-3
Jesus svaraði: Ríki mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki mítt av hesum heimi, tá
høvdu sveinar mínir stríðst fyri mær, til tess at eg ikki varð givin upp til Jødarnar.
Men nú er ríki mítt ikki haðani. Pilatus segði tá við hann: Men so ert tú kongur
kortini Jesus svaraði: So er, sum tú sigur, eg eri kongur. Til tess eri eg føddur og