89
Kap. 8 - Victor Danielsen
UPPSKOT
Samandráttur
• Buddisma er fjórðstørsti heimsátrúnaður
• Buddisma byggir á læru og lívsførslu Budda
• Buddisma hevur røtur í hinduistiskari mentan
• Buddisma byggir á fýra sannleikar, áttagreinaða
vegin og paliskriftirnar
• Nirvana í buddismuni er fullkomin friður og eydna
• Buddisma hevur munkar og nunnur
• Flestu buddistar eru í Asia
Spurningar
1. Hvat er kjarnin í buddismuni?
2. Hví gjørdist Siddharta ikki kongur?
3. Hvønn hugburð hava buddistar til lívið?
4. Hvat er felags fyri allar buddistar?
Hvussu arbeiðast kann við 9. kapitli:
• Kunna næmingarnar um skyldskapin og munin
millum buddismu og hinduismu.
• Lesa “Hin áttagreinaði vegurin” og “Teir fýra
sannleikarnir” á bls. 118-119 í næmingabókini.
Hvussu uppfyllir hvør greinin sær teir fýra
sannleikarnar?
• Ímynda tær, at tú fert at liva sum asketur. Hvat
hevði tú noyðst at sagt farvæl til, og hvønn
týdning hevði tað havt fyri teg? Hvønn týdning
hevði tað havt fyri tíni næstu?
Kapittul 9
Buddisma