91
Kap. 9 - Buddisma
Buddisma í Føroyum
Í 2011 var manntal í Føroyum. Ein av spurningunum var, hvørja trúgv tú
hevði. Hóast tað var sjálvboðið at svara hesum spurningi, svaraðu 94% í
økjunum kring um landið spurninginum. Av svarunum sæst, at av fólki við
fremmandum átrúnaði í Føroyum hoyrdu flest til buddismu, millum trý og
fýra prosent. Harnæst komu islam, jødadómur, bahá’í, hinduisma og sihkisma.
Buddisma í vesturheiminum
Fólk í vesturheiminum hava leingi verið hugtikin av buddismu. Kanska eina
mest av teimum buddistisku siðvenjunum og tí buddistiska lívsstílinum. Í
buddismu halda tey, at menniskjað kann seta seg sjálvt í miðdepilin, so kann
buddistiska læran við sínum heilagu skriftum verða vegleiðing til lívsvísdóm.
Seinnu árini eru tað mong kend fólk, ið er vorðin buddistar ella hava tikið
buddistiska hugsan og siðvenju til sín. Hetta eru ofta sjónleikarar, sangarar og
onnur listafólk. Tað kann vera undranarvert, at fólk, ið ofta hava tað rúmsátt
materielt, gerast hugtikin av einum átrúnaði, har tey mest trúgvandi, sum
munkar og nunnur, skulu eiga minst møguligt. Men tað kann eisini vera júst
av hesi orsøk. Tey vilja finna lívsinnihald í øðrum enn tí materiella.
Buddistiskar ímyndir
Elsta buddistiska listin hevur ikki myndir av Budda. Tað kann vera av tí, at
ikki varð hildið at nakað jarðiskt til fulnar kundi vísa, hvør og hvussu Budda
var.
Hjólið
Frá gamlari tíð hevur læran verið avmyndað í einum hjólið, dharmachakra.
Hjólið var í indiskari mentan ímyndin av eyganum og fekk í buddismu
ímynd sum vísdómseyga. Hjólið er í mongum mentanum ímynd av sól, ljósi,
reinleika, klárleika og guddómi. Buddisma hevur eisini frásagnir um Budda
sum ljós heimsins.
Hjólið er eisini ímyndin av rørslu og ringrás. Budda setti gongd á buddistisku
læruna, tá hann helt sína fyrstu prædiku, eftir at hann var upplýstur.
Buddistiska lívshjólið, samsara, vísir eitt æviskeið við føðing, barna- og
vaksnamannaárum, afturferð og endurføðing. Meðan buddisma hugsar eitt
æviskeið í ringrás, so hugsa kristindómur, jødadómur og islam eitt æviskeið í
beinari tíðarrøð við føðing og deyða, skapan og dómadegi.
Lívshjólini kunnu vera eitt sindur ymisk, alt eftir hvørja siðvenju talan er
um. Tó er bygnaðurin altíð hin grundleggjandi læran í myndum, eitt nú
“Teir fýra sannleikarnir”.
Lívshjólið er býtt í seks partar. Ovara helvtin ímyndar eina himmalska tilveru,
har menniskjað livir í gleði og gaman og ger, sum tað sjálvt vil. Men gleðin
varar ikki við. Hetta er bert helvtin á hjólinum.