Kristni 9 - Lærarabók - page 99

99
Kap. 10 - Bøn og meditatión
ella fastari skipan. Onkur tendrar ljós, takkar, ella biður fyri onkrum ella um
eitthvørt. Forbøn fyri øðrum hevur eisini ógvuliga stóran leiklut.
Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri
Gud í ákallan og bøn við tøkk, og Guds friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita
hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi,
Fil 4,6
Í Bíbliuni verður stórur dentur lagdur á bøn. Sagt verður, at um 85 bønir og
eini 60 bønarsálmar eru í Gamla Testamenti. Harafturat eru eisini onnur brot,
har bøn verður umrødd.
Fyrstu ferð, skrivað verður um bøn í Bíbliuni, er í
1.Mós 4,26
. Har stendur,
at um hetta mundi fóru menn at ákalla navn Harrans. Eftir hetta koma fleiri
frásagnir um bøn.
• Ábraham reisti Harranum altar og ákallaði navn hansara,
1. Mós 12,8
• Ábraham bað fyri Sódoma,
1. Mós 18,22-33
• Í útisetri í Filistalandi plantaði Ábraham runn og ákallaði navn Harrans,
1. Mós 21, 33
• Ísakur, sonur Ábrahams, reisti Harranum altar og ákallaði navn Harrans,
1. Mós, 26,25
• Jákup droymdi um himmalstigan. Steinin, hann hevði sovið á, helti hann
olju omanyvir. Steinsúlan skuldi vera Guds hús, og hann lovaði Harranum
tíggjund,
1. Mós 10-22
• Jákup bað Gud um hjálp. Hann skuldi møta Esavi, bróður sínum, ið hann
á sinni sveik,
1. Mós 32,9-12
• Móses bað fyri fólkinum
2. Mós, 32,11-13
• Levittarnir lovsyngja Gudi í húsi Harrans,
1. Krýn 23,30-32
• Dávid hevur álit á Harranum og biður støðugt,
Sl 55,17-18
• Tríggjar ferðir um dagin fell Dánjal á knæ fyri Gudi,
Dán 6,11
• Bøn Sálomons við tempulvígsluna,
1. Kong 8,22-53
• Bøn Jónasar,
Jón 2
• Nakrar av bønum Paulusar:
Fyri teimum kristnu í Róm,
Róm 1,8-10
Fyri kirkjuliðnum í Korint,
1. Kor 1,4-9, 2. Kor 13,7-9
Fyri teimum kristnu í Efesus,
Ef 1,16-23, Ef 3,14-19
Fyri kirkjuliðnum í Kolossu,
Kol 1,3-14
Sálmarnir í Gamla Testamenti vórðu og verða støðugt brúktir í gudstænastum
og sum einstaklingabønir. Her eru nakrir teirra settir upp eftir evnum:
• Kvøldbøn, 4. sálmur
• Morgunbøn, 5. sálmur
• Lovprísan og tilbiðjan, sálmur 24, 67, 92, 95-98, 100, 113, 145, 148 og 150
• Vegleiðing, 25. sálmur
• Álit, sálmur 27 og 62
• Frelsa, sálmur 40 og 116
• Longsul eftir Gudi, sálmur 27, 42, 63 og 84
• Fyrigeving, sálmur 53 og 130
• Hjálp í neyð, sálmur 66, 69, 86, 88, 102, 140 og 143
• Guds kærleiki og umsorgan, sálmur 89, 103, 107 og 146
1...,89,90,91,92,93,94,95,96,97,98 100,101,102,103,104,105,106,107,108,109,...148
Powered by FlippingBook