88
Sagt um Victor Danielsen eftir, at hann andaðist
Fyrranáttina andaðist ein hin sjáldsamasti maður, ið livað hevur í okkara tíð.
Ein stríðsmaður fram um aðrar hevur lagt vápnini...
Hann helmaði ikki í, men stríddist nátt og dag fyri miklu hugsjón síni.
Ikki síðan Luther hevur maður gjørt størri bíbliutýðingarbragd, enn Victor
gjørdi. Og sálmar ella andaligu sangir hansara eru ikki minni enn eitt bragd...
Brot úr “14. September”
Tað kunnu vera ymiskar áskoðanir um, hvussu væl ið tað altíð hevur eydnast
Viktori Danielsen at fingið sínar mongu týðingar at verið heilt málsliga
fullfíggjaðar, men arbeiðshugin, dirvið og kærleikan til okkara móðurmál
hevur hann havt sum fáur. Tað er altíð onkur – og við hvørt fleiri – sum hava
lyndi til at hefta seg við smáputl, við skalið, og ansa minni um verkið og
innihaldið, sum tó kortini er tað, sum Victor Danielsen, sum trúboðari, sum
skald og týðari, í hvørjum einstøkum føri leggur dentin á. Hann steðgar aldri
við skalið, har tað er so tunt innanfyri, at dagur sæst ígjøgnum, tað skal og
má altíð vera innihald í tí, ið hann setur seg at arbeiða við.
M.S. Viðstein í “Dagblaðnum”
Eg trúgvi, eg kann siga um Victor Danielsen, at tað kunnu ganga nógv
mannaminni ímillum, at slíkur maður stígur fram í fólki okkara. Gud gav
okkum ein boðbera, sum ikki verður føddur á hvørjum ári í nakrari tjóð.
J.F. Kjølbro