84
Tað vóru mong, ið sóu Jesus eftir uppreisnina. Um 10 ferðir vísti hann seg
fyri teimum, ið høvdu kent hann, og seinni vísti hann seg fyri um 500 fólkum
í senn. Hetta var ikki hvørvisjón. Jesus át og drakk saman við lærusveinum
sínum, og teir numu við likam hansara.
Fjøruti dagar eftir, at Jesus var risin upp frá deyðum, varð hann lyftur upp til
himmals.
Grøðingar
Til allar tíðir hevur spurningurin um sjúkur og grøðingar av teimum fylt nógv.
Í evangeliunum í Nýggja Testamenti eru mongu frásagnirnar um, at Jesus
grøddi sjúk. Í Ápostlasøguni stendur, at Jesu lærusveinar, eftir at hann var
farin til himmals, fingu heilaga andan og eins og Jesus grøddu sjúk.
Kristin trúgva, at Gud svarar bønum og kann grøða. Tað eru eisini tey, ið
trúgva, at tey á yvirnatúrligan hátt eru grødd.
Samstundis gerst læknavísindin støðugt betri, og fleiri enn fyrr gerast við hjálp
av eitt nú heiligvági frísk av álvarsomum sjúkum.
Tá Jesus við kærleika sínum hjálpti menniskjum úr sjúkum og líðingum, kann
tann hjálp, læknavísindin gevur, eisini síggjast sum Guds útrætta hond.
Undur í dag
Niels Christian Hvidt
Danski teologurin Niels Christian Hvidt granskar í undrum og metir, at hann
kann skjalprógva fleiri hendingar, ið kunnu bólkast undir undur. Hann hevur
vitjað mong støð, har menniskju hava upplivað undur, og hevur kannað hesar
hendingar gjølla.
Ofta verður sagt, at tað er meira millum himmal og jørð, enn vit geva okkum
far um. Serstakliga katólskar og ortodoksar kirkjur um allan heim siga frá
menniskjum, ið hava verið fyri undrum. Hesar kirkjur síggja tann andaliga
veruleikan sum ómetaliga stórt rúm, har ikki bert meira er at finna, men alt
millum himmal og jørð. Tíanverri eisini av meira neiligum slagi.
Niels Christian Hvidt heldur seg til hendingar innan fyrr nevndu kirkjur,
tó vitandi, at tílíkar hendingar eisini fara fram í øðrum samkomum, kanska
serliga í pietistiskum og fríkirkjuligum felagsskapum.
Hann noyðir onga natúrliga frágreiðing fram. Hann greiðir frá hendingunum,
soleiðis sum menniskju hava sæð og upplivað tær, og hvussu hetta hevur
ávirkað og broytt lív teirra.