65
Tíðin
Danmark hevði seinast í 1700-talinum gjørt sær dælt av at handla við
Ongland og Frakland, ið um hetta mundið lógu í stríði við hvørt annað. Tá
støðan versnaði, varð væntað, at Danmark fór at vera uttanveltað, men so
varð ikki. Tað hevði við sær, at Ongland leyp á Danmark í 1801 og bumbaði
Keypmannahavn í 1807. Í 1813 fór Danmark á ríkishúsagang. Hóast alt hetta
blómaðu skaldskapur og list.
Hetta tíðarskeiðið er merkt av romantiskum ráki. Gud er partur av náttúruni, og
tað er í náttúruni, at svariðupp á lívsins stóru spurningar er at finna. Tosað verður
um andan í náttúruni, at okkurt er, ið er hægri enn menniskjað. Onnur stór
menni hesa tíðina eru eitt nú skaldini Adam Oehlenscläger og H.C. Andersen,
heimspekingurin Søren Kierkegaard og listamálarin C.W. Eckersberg, ið m.a.
hevur málað altartalvuna í Oyndarfjarðar kirkju.
Ingemann giftist við Lucie Mandix, dóttur ein ríkan embætismann. Tað
er undranarvert, at pápin vildi, at hon skuldi giftast einum skaldi, ið ikki
fekk fasta løn. Mótsett øðrum samtíðarmonnum stuðlaði Ingemann konu
síni í lívsverki hennara sum listafólk. Ingemann var væl dámdur av vanliga
fólkinum, men tey lærdu hildu lítið um verk hansara. Ingemann sjálvur gjørdi
lítið av at verja seg og sín skaldskap, men N.F.S. Grundvig vardi hann. Av tí
sama gjørdust teir vinir eitt langt áramál.
Lucie Mandix (1792-1868)
Kap. 5 - Ingemann