59
Men Job noktar, sum rætt er, at hann á nakran hátt hevur svikið ella feilað,
og tí sigur hann, at Gud hevur verið órættvísur ímóti sær. Hann vil hava svar
upp á spurningin:
Hví eg?
Vinirnir halda støðugt fast við, at óeydna hansara
má koma av, at hann hevur syndað. Teir liva støðugt í trúnni um, at Gud er
rættvísur, og tí ákæra teir Job ístaðin fyri at gera tað, teir ætlaðu, at troysta
hann.
Umsíðir tekur Gud sjálvur orðið, tó uttan at svara spurningi ella ákæru Jobs.
Gud spyr Job, um hann heldur seg hava somu megi og sama innlit sum Gud,
tá hann krevur hann eftir svari. Gud leggur dent á munin á Gudi sum
skapara
og menniskja Job, sum
skapningi.
Vinir Jobs verða hartaðir. Gud er so óður við
teir, at Job má bera í bøtuflaka fyri teir.
Eftir møtið við Gud viðgongur Job, at hann ongan rætt hevur at krevja Gud
eftir svari. Og hóast hann einki svar fær, so fær hann frið í sinnið. Í øllum
førum kann hann staðfesta, at hann hevur tosað satt, og onga skyld hevur í tí,
honum hevur verið fyri.
Frásøgnin endar sum hon byrjaði, sum ævintýr. Job gerst aftur ríkur og
máttmikil. Eftir stendur søgan um ein ólukkuligan mann, ið skuldi gjøgnum
nógvar royndir og líðingar. Men samstundis var maður, ið ikki gavst á hondum.
Maður, ið at enda fann Gud.
Jesus
Jesus slapp heldur ikki undan líðingum. Í angist bað hann í Getsemane, varð
svikin, spottaður, sligin, húðflongdur, tornakrýndur og krossfestur.
Men hann vann á deyðanum. Triðja dagin reis hann upp frá deyðum og sigraði
yvir deyða og grøv.
Í Bíbliuni stendur, at alt hetta mátti Jesus líða fyri menniskju og syndir teirra.
Jesus segði við hana: Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um
hann so doyr,
Jóh 11,25
Líðing í gerandisdegnum
Tað eru tey, ið vilja vera við, at Gud hevur eina ætlan við at leggja líðingar á
menniskju. Tey halda, at tú onkursvegna verður sterkari ella lærir av mótgangi.
Men líðing verður altíð ein negativ støða, og uttan iva vilja øll, ið hava verið
gjøgnum trongdir og líðingar, verið hetta fyriuttan.
At ein fjald ætlan altíð skal liggja aftan fyri líðing ber ikki til at siga. Í Nýggja
Testamenti ger Jesus greitt, at tað ikki neyðturviliga er samanhang ímillum
synd og sjúku ella vanlukku.
Men um sama leitið vóru har nakrir hjástaddir, sum søgdu honum frá teimum
Galileingum, sum Pilatus hevði blandað blóðið av saman við ofrum teirra. Og hann
svaraði og segði við teir: Halda tit, at hesir Galileingarnir vóru størri syndarar enn
Kap. 4 - Líðing og sorg