Kristni 9 - Lærarabók - page 53

53
Agnes dámdi væl at lesa eitt nú um Frans av Assisi og um eina ávísa nunnu,
Theresu av Lisieux úr Frankaríki. Lítla Theresa, ið hon eisini varð nevnd,
gjørdist bert 15 ára gomul karmelittaranunna. Karmelittaraskipanin bar navn
eftir fjallinum Karmel í Ísrael. Á hesum fjalli búðu eitt skifti í gomlum døgum
kristnir einbúgvar.
Hægsta ynski hjá Theresu av Lisieux var at verða send í arbeiðið hjá
Karmelittaraskipanini í Hanoi í Vietnam. Hagar kom hon tó ongantíð. Bert 24
ára gomul doyði hon í 1897 av tuberklum. Hon náddi tó at skriva lívssøgu
sína, sum á donskum ber heitið “En sjæls historie”, útgivið hevur Sct. Ansgar
forlagið. Henda bók vakti áhugan hjá Agnes, og tá hon sum nunna skuldi velja
sær nýtt navn, valdi hon navnið Teresa.
Agnes segði ongum frá ætlanum sínum. Eingin av hennara nærmastu hevði
varhugan av, at hon ætlaði at verða nunna, hóast hon nýtti nógva tíð í kirkjuni
og í lesibólkum, ið presturin stóð fyri. Hon hjálpti eisini mammuni, og var
víða kend fyri hjálpsemi móti fátøkum.
Tann einasti, ið visti nakað um hugsanir hennara, var Jambrenkovic, ið var
prestur í kirkjuni, sum húskið Bojazhui gekk í. Hann hevði greitt Agnes frá
Loretosystrunum í Calcutta. Hetta var ein írsk nunnuskipan, ið sendi nunnur
til India at læra fólkið at lesa og skriva og at ansa sjúkum og foreldraleysum
børnum. Prestur hevði givið sær far um tað stóru ávirkan, hesar frásagnir
høvdu á Agnes.
Stutt fyri 18 ára føðingardagin segði hon mammuni frá ætlanum sínum. Hon
hevði gjørt av at gerast Loretosystir og fara til India.
15. september í 1928 koyrdi tokið frá tokstøðini í Skopje. Við vóru Agnes
og ein vinkona, ið eisini ætlaði at gerast nunnu. Tær skuldu til París, har tær
skuldi hitta eina av leiðandi Loretosystrunum. Hendan skuldi taka støðu til,
um genturnar vóru búnar til eina royndartíð sum nunnur.
Uttan iva var hetta í lagi. Hon sendi tær víðari til Írlands, har høvuðsetrið hjá
skipanini var. Har fingu Agnes og vinkonan eitt stutt skeið í enskum. Ein av
nunnunum, ið hevði arbeitt í India í mong ár, tók sær av hesum skeiði.
Í seks vikur var Agnes í Dublin, áðrenn hon saman við øðrum systrum fór við
skipi til India, ein ferð, ið tók fimm vikur.
6. januar 1929 komu tær til Calcutta, haðani ferðin gekk til Loreto kleystrið í
norður India. Í mai mánaði hetta árið gav hon nunnulyftið. Nú skuldi hon liva
í reinleika og lýdni og klára seg við lítlum. Hon skifti navn til Teresa.
Systir Teresa undirvísti á kleysturskúlanum. Harumframt hjálpti hon á
sjúkrahúsinum, ið var knýtt at kleystrinum. Sjúklingarnir vóru mangan illa
fyri. Høvdu gingið í tímavís at fáa hjálp fyri eitt nú fepursjúkur og sár. Teresa
var ógvuliga væl lýdd í arbeiði sínum.
Kap. 3 - Kærleiki
1...,43,44,45,46,47,48,49,50,51,52 54,55,56,57,58,59,60,61,62,63,...148
Powered by FlippingBook