43
UPPSKOT
Samandráttur
• Jødar, kristin og muslimar trúgva á
ein
Gud
• Jødadómur, kristindómur og islam hava sín
uppruna í Miðeystri
• Ábraham er týðandi persónur í teimum trimum
átrúnaðunum
• Torain er heilaga skriftin hjá jødum, Bíblian hjá
kristnum og Koranin hjá muslimum
Uppgávur
• Lýsið sambandið Gud hevur við menniskju
í jødadómi, kristindómi og islam.
• Hvønn leiklut hevur Ábraham í søguni hjá
hesum átrúnaðum?
• Hvat siga átrúnaðirnir um
• Skapanina?
• Syndafallið?
• Dómadag?
• Paradísið?
Hvussu arbeiðast kann við 2. kapitli:
Legg dent á at fáa næmingarnar at skilja líkleika
og ymiskleika í hesum trimum átrúnaðunum.
Nærri lýsing av jødadómi, islam og kristindómi
er at finna í “Kristni 7”, næmingabók, og á
bls. 88-90 í lærarabókini. Næmingabókin sæst á
snar.fo/kristni9. Til ber eisini at samanbera við
annan átrúnað, ið er viðgjørdur í øðrum bókum,
eitt nú hinduisma í “Kristni 8” á bls. 77-96 ella
buddismu í “Kristni 9” á bls.107-128.
Skipið bólkar, ið viðgera hvør sítt evni í teimum
ymsu átrúnaðunum t.d.
• Heilagu skriftirnar
• Læruna
• Lívshátíðir
• Høgtíðir
• Skiftið til vaksnamannalívið
• Deyða og jarðarferð
Lat bólkarnar hava framløgu um arbeiðið. Síðani
kunnu teir samskifta um ymiskleikan.
Kapittul 2
Trúartræi