Kristni 9 - Lærarabók - page 39

39
millum lond. Tey bóru so tíðindini um heimsins frelsara víðari. Dentur verður
lagdur á at greiða frá, at einki og eingin kann forða Guds orði at náa út til øll
menniskju.
Innihaldið í Ápostlasøguni
• Jødatrúboðanartíðin,
1-12
• Heidningatrúboðanartíðin,
13-28
Ápostlasøgan byrjar við tveimum týdningarmiklum skiftum í lívinum hjá Jesu
lærusveinum. Hetta vóru teir fjøruti dagarnir, Jesus sýndi seg fyri teimum
eftir deyða og uppreisn sína og tosaði við teir um tað, ið hoyrir Guds ríki til.
Jesus beyð teimum at bíða í Jerúsalem eftir fyrijáttan faðirsins. Hetta var kraft
heilaga andans, ið teir skuldu fáa, so teir fingu kraft til arbeiði sítt. Hesum
bíðaðu teir eftir í tíggju dagar.
Boðanina, ið ápostlarnir, sum teir vórðu nevndir, eftir at Jesus var farin upp
til faðir sín, høvdu, var fyrst og fremst um Jesus sum frelsara heimsins. Henda
boðan førdi við sær, at menniskju vórðu førd úr myrkrinum í ljósið, at sjúk
fingu heilsuna aftur, og deyð vórðu vakt til lívs.
Ápostlasøgan leggur dent á, at Jesus alsamt var virkin við vitnum sínum og
kraft heilaga andans. Jesus hevði nógvar náðigávur, og tað vóru hesar, hann
læt eftir til lærusveinar sínar og kirkjuliðini.
Jerúsalem og Antiokia
Tveir býir hava eisini serstakan týdning í Ápostlasøguni, Jerúsalem og Antiokia.
Jerúsalem var frá gamlari tíð ein søguligur býur. Ikki minst hevði jødiska
mentanin sínar djúpu røtur í býnum.
Har búði kongur, og har var templið. Býurin var ímyndin av tjóðini og øllum
tí, ið bant fólkið saman. Jesus setti eisini spor eftir seg í Jerúsalem.
Í Antiokia, ið lá um 500 km longri norðri í rómverska landspartinum, Sýria,
var støðan ein onnur. Hóast býurin lá inni í landinum við ánna Orontes, var
siglandi hagar, og týdningarmiklar handilsleiðir gingu út frá hesum býi.
Mong fólkasløg møttust tí í býnum, jødar, grikkar, rómverjar, persar, indarar
og fólk úr Miðasia. Hetta gjørdi sítt til, at býurin var væl egnaður sum miðstøð
fyri trúboðaravirksemi.
Pætur og Paulus
Høvuðspersónar í Ápostlasøguni eru Pætur og Paulus. Jesus hevði kunngjørt,
at Pætur skuldi fáa lyklar himmiríkis, Matt 16,19. Fyrst í Ápostlasøguni sæst,
hvussu hann við boðskapi sínum letur portrið upp, fyrst og fremst fyri teimum
trimum bólkunum, ið Jesus hevði talað um í
Áps 1,8 ....í Jerúsalem og í allari
Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.
Tað kemur týðiliga til
sjóndar, at heilagi andin hevur ein virknan leiklut.
Pætur var sostatt tann fyrsti, ið boðaði heidningum gleðiboðskapin.
Kap. 1 - Bíbilsku skriftirnar
1...,29,30,31,32,33,34,35,36,37,38 40,41,42,43,44,45,46,47,48,49,...148
Powered by FlippingBook