Kristni 9 - Lærarabók - page 29

29
Esrabók og Nehemiabók
Eftir um 70 ár í útlegd sluppu jødar heim aftur til land sítt. Í báðum hesum
bókum stendur um heimferðirnar og heimkomuna úr Bábylon.
Tað var persarakongurin, Kýrus, sum tá hevði tikið valdið í Bábylon, sum
lovaði teimum heim aftur.
Heimafturkomin til Jerúsalem fóru jødar undir at byggja átrúnaðarliga samfelag-
ið, templið og býarmúrarnar uppaftur. Hóast stóra mótstøðu, so eydnaðist hetta.
Esterarbók
Esterarbók er um foreldraleysu jødisku gentuna, Ester, ið vaks upp hjá skyld-
manni sínum Mordokai. Ester gjørdist drotning, tá ið hon giftist við persiska
konginum Áhasverusi, ið ikki visti av, at hon var jødi.
Kongur hevði ein mætan høvdinga, Háman. Boð vórðu send út um, at øll
skuldu falla á knæ fyri Hámani. Men Mordokai vildi ikki lýða hesi boð. Háman
varð so illur um hetta, at hann segði kongi, at í ríki hansara búði eitt fólk, ið
ikki vildi lýða landsins lógir. Kongur gav boð, at ein ávísan dag skuldu allir
jødar í landinum verða tiknir av døgum.
Tað eydnaðist tó Ester, drotningini, at bjarga fólki sínum.
Skaldsligar bøkur
Tær skaldsligu bøkurnar føra ikki søgu Ísraels víðari, men lýsa gudsótta og
vísdóm hjá nøkrum av teimum leiðandi í landinum.
Sálmarnir
Hesir sálmar eru andaligir sangir og yrkingar, sum lovprísa Gudi fyri
skapanarverkið og fyri vernd hansara av øllum tí skapta. Dávid kongur var
víðagitin sum sálmaskald og tónleikari, og nógvir sálmar bera navn hansara.
Í Nýggja Testamenti verður fleiri ferðir tikið til Sálmarnar. Jesus vísir eisini á,
hvussu Sálmarnir tala um hann,
Luk 24,44
Innihaldið í Sálmunum er fjølbroytt og avmyndar alt mannalívið. Í flestu
Sálmunum eru menniskju, ið tala við Gud, eitt nú við bøn og lovsongi, men
eisini í vónloysi og við játtan av synd. Guds ætlan við menniskjum verður
viðgjørd við eitt nú læru, opinbering og vegleiðing.
Nakrir Sálmar í Bíbliuni eru meira kendir enn aðrir. Her verða nevndir 10 av
teimum kendastu, og hvat evnið í teimum er:
8. sálmur, Hvat er eitt menniskja?
22. sálmur, Guð mín, Guð mín, hví ert tú farin frá mær
23. sálmur, Harrin er hirði mín
32. sálmur, Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið
46. sálmur, Vár Guð, er føst og haldgóð borg
51. sálmur, Náða meg, Guð
91. sálmur, Harrin verjir tann, ið á hann lítur
103. sálmur, Sál mín, Harranum lova
121. sálmur, Harrin er vaktari tín
139. sálmur, Harri, tú meg rannsakar og kennir
Kap. 1 - Bíbilsku skriftirnar
1...,19,20,21,22,23,24,25,26,27,28 30,31,32,33,34,35,36,37,38,39,...148
Powered by FlippingBook