30
Hásongurin
Í Hásonginum verður kærleikin lovprísaður. Nógvar vakrar náttúrumyndir
eru í lýsingunum av evninum.
Hásonguri er kærleikans lovsangur. Hann varpar ljós á allar hugmyndir, ið
verða settar í samband við kærleika.
Kærleiki, sum leitar og finnur, sum gleðist og gerst vónbrotin, sum vinnur á
forðingum, og kærleiki, ið er sterkari enn deyðin. Hásongurin viðger kærleikan
millum tvey, onkuntíð er ein triði partur inni í myndini. At hesin parturin
av mannalívinum eisini verður viðgjørdur í Bíbliuni vísir, at kærleikin er ein
natúrligur partur í Guds skapanarverki og í ætlan hansara við menniskjum.
Ein hending kemur fram í Hásonginum, har hildið verður, at høvuðspersónarnir
eru Sjúlamit, ein fátæk bóndadóttir úr Libanons fjallalendi, og Sálomon
kongur, ið bar eyga við hana á ferð har á leið. Hóast kongur ger alt at ognast
kærleika hennara, so vil Sjúlamit ikki svíkja hirðan, ið hon er góð við. Og at
enda má kongur sleppa vónini um at fáa Sjúlamit.
Hásongurin er eitt savn av kærleikssongum, ið kann metast sum ein sonn
perla, tá hugsað verður um heimsbókmentir.
Jobsbók
Frásøgnin um Job er partur av skaldsligu bókunum.
Job var ríkur maður. Hann átti nógvan fenað. Job var góður og gudrøkin, ja,
nærum so góður sum til ber at vera. Hóast hetta so rakar vanlukkan hann.
Evnið í frásøgnini fær okkum at seta nakrar til allar tíðir grundleggjandi
spurningar: Um Gud er góður, hví letur hann so menniskju líða? Hví eru ósek
útsett fyri kríggi og álopum? Hví skulu børn doyggja av krabbameini o.ø.
Jobs bók er hugtakandi bók av manni, ið ikki sleppur Gudi. Hann heldur á at
rópa til Guds eftir svari. Og Gud svarar honum. Hóast svarið er nakað annað
enn tað, Job væntar og kanska vónar, so fær hann svar.
Hetta svar linnar um støðuna og ger líðingina lættari at bera.
Jobsbók letur tó nógv vera ósvarað. Evni menniskjans at skilja, hvussu alt
er samansett, er avmarkað. Einans Gud sær heildina. Skaparin gevur korini,
skapningurin má liva undir, og menniskja má taka tað, ið lagt verður á, og taka
tað, sum tað kemur.
Til ber eisini at lesa Jobsbók sum frásøgn, ið vísir, hvussu trongskygdir vinir
kunnu vera í staðin fyri at stuðla og troysta.
Orðtøk Sálomons
Meginparturin av Orðtøkunum eru um lívsvísdóm, vunnin úr lívsroyndum.
Vanligt var í Eysturlondum og annars í nógvum øðrum mentanum, at mynda
ein tílíkan lívsvísdóm við fáum, fyndigum orðum, sum seinni vórðu savnað og
fingu heitið vísdómsbókmentir. Á mangan hátt eru tey ógvuliga almenn. Tey