25
Men skapanarverkið var ikki bert nakað í hendi eina ferð. Hvønn dag skapar
Gud av nýggjum, og hann hevur umsorgan fyri tí skapta,
Sl 104,24-30
Gud er heilagur
Tá ið Móses nærkaðist brennandi tornarunninum, fekk hann boð um at lata
seg úr skónum. Staðurin var heilagur. Í flest øllum átrúnaði verður orðið
heilagur nýtt um støð, lutir ella persónar, ið vísa á okkurt guddómligt, ið bert
ávísir persónar kunnu koma framat.
Gud verður umtalaður heilagur í sambandi við tilburðir, har hann opinberar
seg fyri menniskjum, eitt nú tá hann gav ísraelsfólki lógirnar, ið tey skuldu
halda seg til,
4. Mós 15,40
Tá ið tey ikki gjørdu, sum Gud vildi, sendi hann profetar at rættleiða tey og
ávara tey um fylgjurnar.
Gud er rættvísur
Gud er rættvísur og vil, at øll menniskju verða viðfarin eins. Munur verður
ikki gjørdur á menniskjum. Jesu deyði á krossinum var fyri øll menniskju.
Gud ynskir, at øll skulu verða frelst og læra sannleikan at kenna,
1. Tim 2,4
Tríeindin
Tríeindin vísir á, at Gud er
ein. Ein
Gud, ið sýnir seg sum
• Gud Faðir: Skaparin,
1. Mós 1,1, Sl 19,2
• Guds sonur: Frelsarin,
Hebr 1,1-3, 1. Jóh 1,7
• Heilagi andin: Hann, ið heldur øllum uppi,
1. Mós 1,2, Áps 1,8
Bíbliubøkurnar
Hvussu gamlar bøkurnar í Gamla Testamenti eru, er torført at siga við vissu,
men nógv bendir á, at elstu partarnir møguliga eru frá um ár 1100-1000 f.Kr.
Munnligar frásagnir hava livað, áðrenn nakað hevur verið fest á blað, og tí
verður hildið, at elsta tilfarið handan Gamla Testamenti fer heilt aftur til um
1300 f.Kr.
Ymsu tekstsløgini í Bíbliuni
Tekstsløgini í Bíbliuni fevna víða. Serstakliga er hetta galdandi í Gamla
Testamenti, har talan er um bókmentir, ið kunnu lýsast, sum eitt savn
av tjóðskaparligum jødiskum skriftum. Fleiri teirra hava sín uppruna í
veruligum hendingum í søgu jødanna eitt nú í gudstænastu, frálæru, lógum,
veitsluhaldi o.a.
Fleiri av bókunum í Gamla Testamenti lýsa søgu Ísraels.
Poesiur ella skaldskapur á bundnum máli er ein av elstu háttum at orðbera
seg. Sálmarnir í Gamla Testamenti vórðu nýttir í jødiskum gudstænastum, og
fleiri av hesum sálmum eru knýttir at ávísum hendingum, eitt nú gremjan um
kríggj og vanlukku ella tøkk fyri ávøkstur. Umframt átrúnaðarligan poesi er
eisini savn av kærleikssangum í Gamla Testamenti, eitt nú hásongur Sálomons.
Kap. 1 - Bíbilsku skriftirnar