Kristni 9 - Lærarabók - page 33

33
tveittir í ein gløðandi ovn, tí teir ikki gjørdu eftir boðum kongs um at ofra til
eina gullstandmynd. Dánjal sjálvur varð tveittur í eitt leyvubøli. Men allir fýra
vórðu bjargaðir, og var tað gudstrúgv teirra, ið helt teimum uppi.
Harmljóðini
Ímillum Jeramia og Ezekiel standa Harmljóðini. Hildið verður, at tað er Jeremia,
ið hevur skrivað Harmljóðini. Tað kemur sjónliga fram, at høvundurin er
ógvuliga harmur um, at Júdea er gingið til grundar og ikki minst, at templið í
Jerúsalem er lagt í oyði.
Hvør kapittul í Harmljóðunum er ein sangur, ið vísir longsul Jeremia eftir at
vent verður aftur til tað, ið var
• Harmur um Júdea og oyðilegging Jerúsalems
• Oyðileggingin stendst av vreiði Harrans
• Trúskapur og náði Harrans geva vón
• Neyðin er úrslit av syndum fólksins
• Hjálpin liggur í at venda aftur til Harrans
Teir 12 smáu profetarnir
Bøkurnar hjá teimum tólv profetunum eru styttri, og verða teir tí kallaðir teir
smáu profetarnir. Bøkurnar verða tíðarfestar frá 8.-4. øld f.Kr.
Hósea
hevði starvsøki sítt í Norðurríkinum, tá ið Jeróbeam 2. ráddi. Hann
hartaði fólkið, tí tey tilbóðu gudin Báal og hevði at teimum fyri teirra ólevnað.
Jóel
var ættaður úr Júdea og hildið verður, at hann starvaðist við templið í
Jerúsalem. Arbeiðsøkið hansara hevði serligt atlit at trúarsiðum.
Ámos
var upprunaliga bóndi í Tekoa í Júdea, men var kallaður at vera profetur
í Norðurríkinum. Hann ávaraði fólki um deyða og týning, um tey ikki livdu
eftir Guds boðum.
Óbadia
var profetur, ið fordømdi lítla landið Edom, tí fólkið har hevði ikki
stuðlað ísraelsmonnum, tá aðrar tjóðir høvdu herja á.
Jónas
ber fram eina ótrúliga frásøgn um profetin, ið eftir boðum Guds verður
biðin at fara til Nineve at bera fram boðini um vreiði Guds. Tað er hesin Jónas,
ið verður slúktur av einum stórum fiski.
Mika
var ættaður frá Moreshet í Júdea. Hann virkaði um somu tíð sum Jesaja
undir kongunum Jotam, Akaz og Hizkila. Í bókini hjá Mika er ein bøn um
bjarging Ísraels.
Náhum
var ættaður úr býnum Elkosh og hildið verður, at hann starvaðist við
templið í Jerúsalem. Bók hansara lýsir, hvussu Ninive, høvuðsstaður Assýria,
verður lagdur í oyði.
Hábakkuk
var virkin í Júdea um somu tíð sum Jeremia, og babylónar tóku
ræðið eftir assýrar. Hann spáddi, at Gud fór at brúka babylónar at revsa fólkið
fyri gudloysi teirra.
Kap. 1 - Bíbilsku skriftirnar
1...,23,24,25,26,27,28,29,30,31,32 34,35,36,37,38,39,40,41,42,43,...148
Powered by FlippingBook