26
Stórur partur av Gamla Testamenti eru profetaskriftir, ið saman við frásagnum
úr lívi profeta siga, hvørji boð hesir høvdu at bera fólkinum. Profetarnir
vórðu sæddir sum Guds sendiboð á jørð. Ofta kunngjørdu teir boð síni í
krepputíðum. Talan kundi vera um álop uttanífrá, eitt nú krígshóttan, men
kundi eisini vera innanlands ósemjur millum fólkabólkar, eitt nú búskaparlig
ella samfelagslig kúgan. Boðini, profetarnir bóru, vóru merkt av spádómum
um, hvønn dóm Gud fór lata koma yvir tey, ið ikki lýddu boð hansara.
Mósebøkurnar
Í teimum fimm Mósebókunum, eisini nevndar Torain ella lógin, eru allar tær
grundleggjandi hendingarnar í GamlaTestamenti: skapanin, syndafallið, Nóa og
flóðin mikla, Bábelstornið, Ábraham og stovnanin av Ísraelsríki, trældómurin
í Egyptalandi, útferðin úr landinum og ferðin gjøgnum oyðimørkina og at
enda fyrireikingarnar til at fara inn í lovaða landið. Hendingarnar fara fram í
fleiri støðum, eitt nú í Mesopotamia, Ísrael, Egyptalandi og Móab.
1. Mósebók
Fyrstu ellivu kapitlarnir siga frá frumsøguni; skapan heimsins, syndafallinum,
flóðini miklu, hvussu tjóðirnar eftir vatnflóðini og Bábelstornið spjaddust út
um jørðina. Í 12. kapitli velur Gud Ábraham til ættfaðir at stórari tjóð. Restin
av 1. Mósebók er um Ábraham og eftirkomarar hansara, Ísak, Jákup og Jósef.
2. Mósebók
Í aðru Mósebók eru ísraelsmenn staddir í Egyptalandi, har teir eru trælir
Faraos. Gud sendir Móses til Farao at biðja hann loysa fólkið úr trældómi.
Farao noktar, og Gud sendir 10 plágur. At enda fara ísraelsfólk úr Egyptalandi,
yvir um Reyðahavið og móti Sinaifjalli, har tey fáa tey 10 boðini og ymsar
aðrar lógir og reglur, ið fólkið skuldi halda seg eftir.
3. Mósebók
Nú fólkið var sloppið úr trældóminum, skuldu tey læra at liva eitt heilagt lív.
Gud gav boð um, hvussu tey skuldu ofra, og hvat prestar teirra skuldu gera.
Dentur varð lagdur á at liva eitt gott siðalagsligt lív og at vera lýðin í tænastu.
Bókin er fyrst og fremst lógartekstir.
4. Mósebók
Fyrireikað var at fara inn í hitt lovaða landið, Kánáanland. Men tá ið tey
skuldu fara avstað, viknaðu tey í trúnni. Fylgjan av hesum varð, at Gud lat tey
búleikast í oyðimørkini, til øll tey vantrúnnu vóru deyð.
Nýggja ættarliðið kom síðani til Móabsslættan við Jordan áraka Jeriko, har
leiðin til Kánáanland lá. Har fingu tey boð um, hvussu tey víðari skuldu fara
fram.
5. Mósebók
Móses, ið nú var vorðin gamal, minti fólkið á Guds góðsku ímóti teimum og
um týdningin av at halda seg at Gudi og líta á hann í øllum lutum. Jósva varð
valdur til eftirmann Mósesar. Móses signaði fólkið, og áðrenn hann doyði, sá
hann av fjallinum Nebo inn í tað lovaða landi. Ymsar løgskipanir eru eisini í
hesi bók.