Kristni 9 - Lærarabók - page 17

17
Hugskot til arbeiðshættir
Ímyndir
Tey átrúnaðarligu súmbolini eru myndir ella ímyndir, ið verða nýttar í
átrúnaðarligum søgum ella gerðum. Tá ið vit t.d. hoyra um lívsins træ, er talan
um eina átrúnaðarliga ímynd, ið Jesus nýtti um seg sjálvan, ella tá ið vit síggja
krossin, so stendur hann sum mynd um frelsuverkið á Golgata.
Ofta síggja vit dømi um myndir, ið ímynda okkurt annað, enn tað vit í
veruleikanum síggja. Ein mynd av einari hvítari dúgvu kann merkja friður.
Uppskot til at arbeiða við myndum og tekstum
1. Til ber at taka tekstir ella yrkingar, ið hóska til ávísar myndir, og lata
næmingarnar viðgera hesar í bólkum við tí endamáli at finna tað átrúnaðar-
liga sjónarmiðið í myndunum.
Málningarnir í ”Kristni 9” eru at finna á
. Møguleiki er at síggja
málningarnar á samvirknari talvu.
2. Næmingarnir kunnu eisini sjálvir royna síni skapandi evni.
• Við at gera ein málning eftir einum teksti. Teksturin, ið nýttur verður,
kann vera ein frásøgn, ein yrking ella søga.
• Við at gera tekst til eina mynd ella ein málning. Teksturin kann vera ein
frásøgn, ein yrking ella søga.
Tað er bert hugflogið, ið avmarkar. Myndirnar kunnu verða gjørdar á
ymsan hátt: teknaðar, málaðar ella sum kolasja.
Lidnu myndirnar kunnu verða sýndar fram. Næmingarnir kunnu so gera
viðmerkingar til listaverkini og koma við spurningum. Uppgávan hjá
listafólkunum verður so at greiða frá listaverkunum.
Tey skrivaðu listaverkini kunnu eisini leggjast fram við upplestri ella aðrari
framførslu, t.d. við tónleiki ella við talgildari talvu.
3. Tað eru eisini aðrir hættir at arbeiða við myndum. Vitjað kann verða á
søvnum, í kirkjum ella aðrastaðni, har til ber at síggja átrúnaðarliga list.
Kanska eru møguleikar fyri at læna listaverk ella fáa vitjan av listafólki, ið
kann greiða frá sínum arbeiði og kanska vísa, hvussu arbeitt verður.
1...,7,8,9,10,11,12,13,14,15,16 18,19,20,21,22,23,24,25,26,27,...148
Powered by FlippingBook