23
Guð viti hvør Guð er
Guð viti hvør Guð er,
og hvar hann man búgva,
og er hann eitt eindømi
ella ein rúgva
av lutum og hugtøkum,
fuglum og fiskum,
ein sólstráluhørpa,
ein pakki við sviskum.
Er Guð ein agurka,
ein rossamakrelur,
ein hani í Japan,
sum ongantíð gelur.
Er Guð ein traktorur,
ein tíðarmaskina,
eitt sjeytumma sjónvarp,
eitt træbein í Kina.
Nei, Guð er ein maður
í flippu og slipsi,
ið proppar seg mettan
við kola og kipsi,
sum fjalir seg á teimum
fjarastu stjørnum
og flennir í kíki
at menniskjans børnum.
Alexandur Kristiansen
Alt, sum frítt og fagurt er
Alt, sum frítt og fagurt er,
alt, sum blítt á foldum fer,
er tað lítið, er tað stórt,
góði Guð tað hevur gjørt.
2. Summarfleyr um bygd og bø,
sólskin yvir reyn og røð,
glitrandi sum gull á vág,
góðum Guði kemur frá.
3. Blomstur smá um dal og líð,
yndislig á summartíð,
brosandi í litum bjørt,
góði Guð tey hevur gjørt.
4. Gróður upp úr døkku mold
heldur ferføtt dýr við hold;
fugl í haga, fisk í hav,
góði Guð teim lívið gav.
5. Títlingar um líð og ong
teir sín glaða sólskinssong
senda yvir fjøll og dal;
«Alt Guð gjørdi okkum væl.»
6. Fólki gav hann vit og mál,
kraft í kensluríka sál,
troyst og hjálp á mangan hátt.
O, sum Guð vár ger oss gott!
7. Blíður hann sítt sannleiksorð
sendi okkum higar norð,
vítt um heim hans náði røkk.
Honum veri prís og tøkk!
Mikkjal á Ryggi
Kap. 1 - Bíbilsku skriftirnar