Kristni 9 - Lærarabók - page 28

28
Rutarbók
Vakra frásøgnin um kærleika og trúskap fer fram í Dómaratíðini. Sagt verður
frá Rut, ið er móabitisk einkja. Hon fer úr heimlandi sínum saman við jødisku
vermóður síni, Náomi. Hon fær løn fyri trúskap sín. Gud leiðir hana til
markirnar hjá Bóazi, ið seinni tók hana til konu.
Rut føddi son, ið fekk navnið Óbed. Óbed var faðir at Ísai, og Ísai var faðir at
Dávidi, ið gjørdist kongur Ísraels. Hetta var eisini ættin hjá Jesusi.
2 Sámuelsbøkur
Tær báðar Sámuelsbøkurnar siga frá dómaranum Sámuel og teimum báðum
fyrstu kongunum. Sámuel leiddi Ísrael gjøgnum skiftið frá dómaraveldi til
kongsveldi. Gud gav Sámuel boð um at salva Sául til kong Ísraels.
Í fyrstuni var Sául ein góður kongur, men seinni varð hann ólýðin Guds
boðum og settur frá. Síðani var Dávid, seyðahirðin, sum dugdi so væl at spæla
upp á hørpu, salvaður til kong. Dávid hevði ræði í landinum í 40 ár, tey fyrstu
7 árini yvir Júdea ættini og síðani yvir øllum 12 ættum Ísraels. Absalon, sonur
Dávids, gjørdi uppreistur ímóti pápanum. Uppreisturin varð niðurbardur,
og Absalon varð dripin. Hetta var ikki ætlan Dávids, og hann tók sær deyða
Absalons ógvuliga nær.
2 Kongabøkur
Tá ið Dávid doyr, tekur sonur hansara, Sálomon, við sum kongur. Sálomon
varð víða kendur fyri sín vísdóm. Undir hansara leiðslu gjørdist Ísrael eitt
stórveldi bæði politiskt og fíggjarliga. Sálomon læt eisini tað stásiliga templið
byggja. Hann fekk eisini vitjan av drotningini av Saba. Seinastu árini hjá
Sálomon sum kongur vóru ikki góð. Mongu konur hansara fingu hann at
tilbiðja avgudar, og fólkið gjørdi javnan uppreistur ímóti honum. Hann var
kongur í fjøruti ár.
Tá ið hann var deyður, varð landið býtt í tvey. Tað vóru bert tvær ættir, Júdea
og Benjamin, sum vildu hava son Sálomons, Rehábeam, til kong. Fyri Dávids
skuld vildu tær ikki svíkja hann.
Rehábeam gjørdist kongur í Júdea, har Jerúsalem var høvuðsstaður. Hinar tíggju
ættirnar valdu sær ein, ið æt Jeróboam, til kong. Hetta ríkið kallaðist Ísraelsríki,
og Sámaria var høvuðsstaður. Men avgudadýrkanin tók til, meðan Jeróbeam
var kongur, og meðan eftirmenn hansara høvdu valdið, m.a. Ákab. Vit lesa um
profetin Elia, tá hann var við ánna Krit hjá einkjuni í Zarepta og um gudaroynd
hansara á Karmelfjalli, um víngarð Nábots, og tá ið Ákab og Jesabel doyðu.
Í Seinnu Kongabók er m.a. skrivað um, tá ið Elia varð tikin til himmals, um
Elisa og son einkjuna í Sjúnem og um Náman.
Ísraels ríkið varð tikið av Assýria. Um 150 ár seinni varð Júdea hertikið og
fólkið flutt burtur til Bábylon. At soleiðis fór at verða, var fleiri ferðir spáað, tí
fólkið tilbað heidnar gudar og læt seg ikki rættleiða.
2 Krýnikubøkur
Krýnikubøkurnar skriva nógv um tey ymsu ættarliðini í Bíbliuni. Annars
endurtaka hesar bøkur eisini nógv av tí, sum stendur í Kongabókunum.
1...,18,19,20,21,22,23,24,25,26,27 29,30,31,32,33,34,35,36,37,38,...148
Powered by FlippingBook