34
Sefanja
bók greiðir frá dómsboðum hansara yvir vánaligar stjórnarmenn
og yvir teir, ið einkisvirða Harran og tilbiðja gudin Báal. Sefanja kunnger, at
Harrans dagur er í nánd.
Haggai
eggjaði fólkið, ið var komið heim aftur úr útlegdini í Bábylon at fáa
templið í Jerúsalem bygt av nýggjum. Hetta var um ár 520 f.Kr. Hann hevði at
teimum, tí tey vóru so mótleys. Hann fekk tey í gongd at byggja, og tey góvust
ikki, fyrr enn liðugt var.
Zakarja
arbeiddi eisini fyri at byggja templið uppaftur. Hann tosaði eisini um
frelsaran, ið skuldi ríða inn í Jerúsalem.
Málaki
var hin síðsti profeturin í Gamla Testamenti. Hann talaði um
undangongumann, ið koma skuldi, áðrenn Harrin kemur til sítt tempul at
døma og frelsa. Kristin halda, at hann her sipar til Jesus og Jóhannes doyparan.
Nýggja Testamenti
Í Nýggja Testamenti er nýggi sáttmálin, ið Gud ger við menniskju.
Gamli sáttmálin er tann sáttmáli, sum Guð gjørdi við fólkið, tá hann gav Mósesi
lógina á Sinaifjalli. Har verður sagt, at menniskju skulu halda boð Guds til tess
at liva,
5. Mós 30,15-16
Nýggi sáttmálin er tann sáttmáli, sum Gud gav menniskjum, tá hann ofraði
son sín Jesus til tess, at vit skulu liva. Við at trúgva hesum fáa menniskju ævigt
lív,
Jóh 3,16
Fremst í Nýggja Testamenti eru fýra evangelii. Orðið evangelium merkir
gleðiboðskapur. Evangeliini siga frá Jesu lívi, hvat hann segði og gjørdi, og um
hvørjar hendingar honum vóru fyri, um líðing hansara, deyða og uppreisn.
Evangeliini hava navn eftir, hvør sambært siðvenju hevur skrivað tey. Hitt
yngsta, Jóhannesar evangeliið, var skrivað í seinasta lagi um 100 ár e.Kr.
Í Nýggja Testamenti eru 27 bøkurnar. 4 evangeliir, Ápostlasøgan, 13 brøv eftir
Paulus, 8 onnur brøv og Jóhannesar opinbering.
Evangeliini
• Evangeliið eftir Matteus
• Evangeliið eftir Markus
• Evangeliið eftir Lukas
• Evangeliið eftir Jóhannes