40
Í Gal 2,7
sigur Paulus:
mær var gleðiboðskapurin til hinar óumskornu litin til, eins
og Pæturi hinum umskornu.
Tað sæst tó, at tað ikki hevur verið so avgerandi,
hvør teirra hevur prædikað fyri hvørjum. Tó hevur Paulus ofta fingið heitið
heidningatrúboði, og verður hetta eisini nevnt í sambandi við umvending
hansara.
Paulus gjørdi tríggjar prædikuferðir. Men síðani verður hann settur í fangahús.
Hann skjýtur málið inn fyri keisaran. Hann verður førdur til Róm, har Ápostla
søgan endar.
Brøvini
Av teimum 27 bókunum í Nýggja Testamenti eru 21 sum brøv. Í fornari tíð var
vanligt, at brøv vórðu nýtt sum bókmentasnið. Vit kunnu skilja ímillum tvey
sløg av brøvum, vanlig brøv og ápostlabrøv. Eitt vanligt bræv er oftast stílað til
ávísan persón. Ápostlabrøvini eru átrúnaðarlig skrift skrivað sum brøv.
Brøv Paulusar
Tá ið Paulus varð vorðin kristin, ferðaðist hann víða um og prædikaði um
Jesus, og hann grundaði nógv nýggj kirkjulið. Skjótasti vegur at koma fram
var á hestbaki ella við skipi. Men tá ið tað barst honum frá at vitja øll hesi
kirkjulið, skrivaði hann teimum brøv ístaðin, og vórðu tey eisini send við
reiðmonnum ella við skipi. Hesi brøv eru send samkomum ella kirkjuliðum
í Róm, í Grikkalandi og í Lítla Asia fyri at vegleiða tey og eggja teimum til at
halda fast við kristnu trúnna.
Rómverjabrævið
Í Rómverjabrævinum ger Paulus greitt, hvat sannur kristindómur er.
Grundarlagið í kristnu trúnni er, at frelsan er av náði, og at av trúgv verða
menniskju rættvísgjørd.
• Hvørjum tørvar frelsu,
Róm 1,18-3,20
• Frelsuvegurin,
Róm 3,21-5,21
• At liva í frelsuni,
Róm 6,1-8,39
• Útveljingin til frelsu,
Róm 9,1-11,36
• Frelsunnar avleiðing fyri lívið,
Róm 12,1-15,23
Almennu brøvini
Eingin veit við vissu, hvør hevur skrivað brævið til Hebreara, men Jákupsbrævið
hevur Jákup, bróðir Jesusar, skrivað.
Síðani eru tvey brøv, ið Pætur ápostul hevur skrivað, og trý brøv, ið Jóhannes
ápostul hevur skrivað. Tað síðsta brævið hevur Judas, bróðir Jesusar, skrivað.