46
Muhammed
Islam lærir, at Ádam var tann fyrsti av Guds profetum. Aðrir profetar komu
eftir hann, men Muhammed er tann seinasti og størsti av Guds profetum.
Muhammed var borin í heim í Mekka í árinum 570. Tá á døgum høvdu arábar
hópin av gudum. Men ein var, ið skaraði framúr. Tað var Allah, skaparin.
Einaferð um árið kom hópin av fólki til Mekka at vitja halgidómin har.
Muhammed var sølumaður og ferðaðist nógv eisini í grannalondunum. Á
ferðum sínum hoyrdi hann um Jesus. Hann grundaði nógv um tað, hann
hoyrdi, at tey, ið trúðu á Jesus ikki nýttust at óttast dómadag. Sjálvt um arábar
ongan slíkan profet høvdu, so skuldu teir á dómadegi fyri ein dómara og gera
roknskap fyri lívið.
Eina náttina, Muhammed var staddur á einum oydnum staði í oyðimørkini við
Mekka, sýndi eingilin Gabriel seg fyri honum og kallaði hann til profet.
Muhammed boðaði, at tað bert er ein gud, Allah, og Muhammed er profetur
hansara. Tey ríku og ráðandi í Mekka vendu sær ímóti honum. Tala hansara
um ein gud var ein stór hóttan móti tí fleirgudadýrkan, sum mong ferðaðust
til Mekka at uppliva.
Í 622 flýddi Muhammed til Medina. Eins og kristin hava tíðarrokning sína frá
Jesu føðing, so hava muslimar tíðarrokning sína frá hesum ári. Muhammed
doyði í árinum 632.
Koranin er heilaga bókin hjá muslimum. Hon er bókstavliga orð Allah, sum
Muhammed profetur fekk ígjøgnum eingilin Gabriel. Afturat Koranini hava
muslimar eina siðalagsliga vegleiðing, Sunnaina. Hetta eru frásagnir um orð og
gerningar Muhammeds, sum við tíðini eru vorðin ein lívsstílur.
Í islam verður Tawrat, ið er Torain í jødadómi, góðkend sum opinbering frá
Gudi til Móses. Tawrat eru 613 forskriftir um, hvat menniskju eiga at gera.
Islam sigur Móses verða ein stóran profetur. Hildið verður, at Torain hevur
verið fyri sovorðnari reingjan, at tann einasta trúliga skriftin er Koranin, sum
hon varð borin Muhammed profeti.