Kristni 9 - Lærarabók - page 42

42
• Fyrsta sjónin: Kallanin, sendibrøvini,
1,1-3,22
• Kirkjuliðini verða eggjað at standa stinn til Jesu afturkomu
• Onnur sjónin: Innsiglini,
4,1-8,1
• Bókrullan verður latin upp. Bara lambið, ið dripið varð, kann lata hesa bók
upp
• Triðja sjónin: Lúðrarnir,
8, 2-11,19
• Gud ávarar heimin
• Fjórða sjónin: Antikrist,
12,1-15,4
• Stríð har Sátan roynir at oyðileggja Jesus og Guds fólk, men Gud verjir síni
• Fimta sjónin: Vreiðiskálirnar,
15,5-16,21
• Dómur Guds yvir heimin
• Sætta sjónin: Fall Bábylons,
17,1-19,10
• Stór gremjan. Staðurin mikli oyðin
• Sjeynda sjónin: Fullgerin,
19,11-22,21
• Sátans fall, endaligi sigur Guds. Hin nýggi heimurin
Høvuðspersónur í Opinberingini er Jesus. Tað verður staðfest
• hvør hann er
• hvat hann ger
• hvønn mátt hann hevur
Nógvar myndalýsingar eru at finna í Opinberingini. Nakrar av hesummyndum
hava samband við Gamla Testamenti, sum er ógvuliga týdningarmikið sum
grundarlag undir Jóhannesar opinbering.
Ofta verður sagt, at okkurt var líkt og var sum, og tað kundi bent á, at hetta eru
ímyndir. Nógvar áskoðanir hava gjøgnum tíðirnar verið frammi um, hvussu
hesar ímyndir skulu tolkast.
Dømi um myndir úr Gamla Testamenti: ljósastakar, tabernakul, tempul, altar,
ørkin.
Staðarnøvn: áin Evfrat, Sodoma, Jerúsalem, Bábylon, Egyptaland.
Fólkanøvn: Balam og Jezabel.
Nógv djór verða nevnd í Opinberingini: hestur, lamb, skorpión, leyva,
leopardur, bjørn, froskur, ørn, fuglur, fiskur. Í 13. kapitli eru lýsingar av
einum djóri, ið kemur upp úr havinum, og einum, ið kemur upp úr jørðini.
Fleiri náttúrufyribrigdi verða eisini nevnd: træ, gras, skýggj, á og sjógvur, sól,
máni, stjørna, tora, snarljós og heglingur.
Eisini verður sagt frá um menniskju, ljóðføri og vápn, og ikki minst koma fram
mong tøl, ið mangan hava givið íblástur til gitingar um, hvat býr aftanfyri: 2,
3, 3½, 4, 5, 6, 7, 10, 24, 42, 144, 666, 1000, 1260, 1600, 7000, 12000 og
144.000.
Tann reyði tráðurin gjøgnum alla Bíbliuna frá fyrst til síðst er frásøgnin um
tann leitandi og frelsandi Gud, ið vil leita upp hitt farna og bjarga tí.
Á síðstu síðu í Bíbliuni stendur, at Gud sigur:
Eg eri Alfa og Omega, hin fyrsti og
hin síðsti, upphavið og endin,
Opb 22,13
1...,32,33,34,35,36,37,38,39,40,41 43,44,45,46,47,48,49,50,51,52,...148
Powered by FlippingBook