Kristni 9 - Lærarabók - page 32

32
Men í staðin svaraði hann:
Hevur faðir mín lagt tungt ok á tykkum, man eg gera
tað uppaftur tyngri! Hevur hann revsað tykkum við koyrlum, man eg revsa tykkum
við sporðdrekum,
1. Kong 12,11
Teir profetar, ið verða umrøddir í Gamla Testamenti, tala ofta ímóti kongunum
og ráðgevum teirra. Teir tosaðu ofta í myndum og gátum, so neyðugt var at
hugsa nærri um tað, teir søgdu.
Hesa tíðina var stórur munur á ríkum og fátækum í Ísrael og í Júdea. Tey ríku
løgdu ikki so nógv í, hvussu tey fátøku høvdu tað, men tey góvu prestunum
stórar gávur.
Profetarnir boðaðu, at Gud kravdi rættvísi, og at hann fór at revsa tey ríku
harðliga, tí tey góðtóku harðskap og órættvísi móti teimum fátøku og móti
teimum, ið ikki høvdu møguleika at verja seg,
Jes 1,10-17
. Harafturat átalaðu
teir harðliga avgudadýrkan. Ofta verða hesir profetar nevndir dómadagsprofetar
Amos profetur samanbar ríku kvinnurnar í Ísrael við feitar kýr og segði, at tær
fóru at enda sum krígsfangar.
Tann, ið rópar slík boð alment, so øll hoyra, verður ikki so væl lýddur millum
teir, ið ráða. Tí vórðu nakrir av profetunum atsøktir og settir í fangahús.
Í árinum 722 f.Kr. tóku ássýrar Ísraels ríki. Flestu ísraelsmenn vórðu tiknir
til Ássýria og blandaðust við fólkið har. Heiðin fólk vórðu send til Ísraels at
dyrka landið. Hesi blandaðust við tey ísraelsfólk, ið eftir vóru, og vórðu nevnd
sámariabúgvar.
Í árinum 586 f.Kr. varð Jerúsalem og templið lagt í oyði. Partur av íbúgvunum
var noyddur at búgva í útlegd í Bábylon. Útlegdartíðin var størsta óeydna
jødum hevði verið fyri. Teir vóru óttafullir og ótryggir við støðuna. Tá steig
fram ein ókendur profetur, ið gav fólkinum troyst og vón. Tað, hann bar fram,
sæst í Jesaja. Hann greiddi teimum frá, at tey trygt kundu líta framá, tí Gud
fór at bjarga teimum.
Í árinum 539 f.Kr. varð Bábylon hertikið av Kyros kongi. Hann gav boð um, at
teir jødar, ið ynsktu tað, kundu fara heim aftur, og at templið skuldi byggjast
av nýggjum.
Jesaja, Jeremia, Esekiel og Dánjal
Jesaja, Jeremia, Ezekiel og Dánjal verða kallaðir hinir fýra stóru profetarnir.
Jesaja profetur spáddi nógv um frelsaran, sum koma skuldi. Jeremia spáddi,
at Jerúsalem og halgidómurin skuldu verða lagdir í oyði. Tá ið fólkið var í
útlegd í Bábylon, talaði Ezekiel til teirra og hartaði tey, tí tey vóru so gudleys,
men samstundis troystaði hann tey og segði, at einaferð skuldu tey sleppa
heimaftur. Hann tosaði eisini um frelsaran, sum koma skuldi.
Dánjal, sum var ein av teimum mongu, ið var í útlegd, gjørdist tænari hjá
kongi saman við trimum vinmonnum. Teir tríggir vinmenn Dánjals vórðu
1...,22,23,24,25,26,27,28,29,30,31 33,34,35,36,37,38,39,40,41,42,...148
Powered by FlippingBook