Kristni 9 - Lærarabók - page 38

38
Innihaldið í Jóhannesar evangelii
• Inngangur,
1,1-2,12
• Jesus opinberar seg fyri fólkinum,
2,13-12,50
• Jesus opinberar seg fyri lærusveinunum,
13,1-21,25
Longu í innganginum til hetta evangeliið sæst, at orðingin er øðrvísi. Jóhannes
fer heilt aftur til tíðina áðrenn skapan menniskjans,
Í fyrstuni var orðið....
Jóh 1,1.
Lýst verður, hvussu orðið varð hold
.....og vit sóu dýrd hansara.
Víst
verður á, hvussu Jesus á ymsan hátt opinberar seg sjálvan og dýrd sína.
Í Jóhannesar evangelii verða undrini, Jesus ger, nevnd tekin. Í sambandi við
hesi tekin er ofta ein samrøða, ið vísir, hvør Jesus er.
• Við Betesda hylin, grøðir mann, ið hevði verið sjúkur í 38 ár,
5,1-18
• Grøðir mann, ið var føddur blindur,
9
• Mettar 5000,
6,1-15
• Vekur upp Lázarus,
11,1-44
Jesus sigur sjálvur, at hann er sonur Guds, og at hann og faðirin eru eitt. Fleiri
onnur heiti síggjast í hesum evangelii; Eg eri
• Lívsins breyð,
6, 35
• Ljós heimsins,
8,12
• Dyrnar hjá seyðunum,
10,7
• Hin góði hirðin,
10,11
• Uppreisnin og lívið,
11,25
• Vegurin, sannleikin og lívið,
14,6
• Víntræið,
15,1
Jødar vóru ikki so glaðir fyri, at Jesus bar seg at, sum hann gjørdi, og mong
trætumál vóru teirra millum. Serstakliga orð Jesu um, at hann og faðirin vóru
eitt, vóru illa dámd.
Í evangeliinum hjá Jóhannesi er týdningurin av Jesu deyða á krossinum greiður.
Orðini lív og trúgv hoyra saman, og tað er umráðandi at fáa menniskju at
ognast hendan sannleika.
Ápostlasøgan
Hildið verður, at Lukas evangelistur hevur skrivað ápostlasøguna, ið greiðir
okkum frá, hvussu tað gekst at boða kristnu trúnna, eftir at Jesus var farin til
himmals. Í øllum førum er tað rættiliga sannlíkt, at tann, ið skrivaði Lukas
evangeliið, eisini skrivaði Ápostlasøguna. Lukas royndi at lýsa alt Jesu lív og
vísti í fyrstu ørindunum í Ápostlasøguni, at fyrra frásøgn hansara endar við
Jesu himmalferð.
Tá ið Paulus byrjaði trúboðaraferðir sínar, vendi hann sær altíð fyrst til jødar,
Áps 13,46
Ápostlasøgan lýsir, hvussu gleðiboðskapurin ferðast og festir seg í einum lands­
parti fyri og øðrum eftir. Tað hevði stóran týdning í hesum arbeiði, at boðað
varð á støðum ella í býum, ið virkaðu sum miðdeplar fyri tey, ið ferðaðust
1...,28,29,30,31,32,33,34,35,36,37 39,40,41,42,43,44,45,46,47,48,...148
Powered by FlippingBook