24
Gud
Í sambandi við viðgerðina av bíbilsku skriftunum kann vera áhugavert at taka
fram spurningarnar: hvør er Gud, og hvussu lýsir skriftin Gud.
Hvør er Gud sambært Bíbliuni
Ongastaðni í Bíbliuni stendur, hvussu Gud sær út. Hann er ósjónligur, og
einki menniskja hevur nakrantíð sæð hann. Tá sagt verður frá Gudi, verða
ofta nýtt orð, ið fáa okkum at hugsa um eitt menniskja. Nevndar verða Guds
hendur, Guds eygu, Guds muður og Guds føtur. Í hesum liggur, at Gud er
virkin, og at Bíblian leggur dent á tað, Gud ger.
Til tess at allar tjóðir á fold mega vita, at hond Harrans er máttmikil, so at tær óttast
Harran, Guð tykkara, allar dagar,
Jós 4,24
Men Harrans eygu líta til teirra, ið hann óttast, til teirra, ið miskunn hans bíða,
Sl 33,18
Tí at Harrin gevur vísdóm, av munni hans koma kunnskapur og skil,
Orðt 2,6
Skulu vit kunna skilja tað, ið Bíblian sigur um Gud, er neyðugt at nýtt verða
orð, ið vit kenna.
Gud er ósjónligur
Í Jóh 4,24 stendur,
Guð er andi, og teir, sum tilbiðja hann, eiga at tilbiðja í anda
og sannleika.
Paulus nýtir hesa lýsing av Gudi:
hann sum eina hevur ódeyðuligleika, sum býr í
óatkomandi ljósi, hann sum eingin menniskja hevur sæð og heldur ikki kann síggja;
honum veri heiður og ævigur máttur! Amen,
1. Tim 6,16
Gud opinberar seg
Í Gamla Testamenti stendur, at Gud opinberar seg á ymsan hátt. Hann gav
Ábrahami boð at flyta í fremmant land og gav fólki boð gjøgnum profetar.
Gud vísti megi sína við óvæntaðum og óveruligum hendingum. Við at skilja
Reyðahavið í tvey hjálpti hann ísraelsfólki undan heri Faraos.
Í Nýggja Testamenti stendur, at Gud opinberaði seg ígjøgnum Jesus. Við lívi og
læru síni vísti Jesus á faðir sín í himni og vilja hansara við menniskjum. Jesus
mátti líða krossdeyðan fyri menniskju. Hann fór aftur til faðir sín í himni. Men
heilagi andin gav lærusveinum hansara vegleiðing og kraft at prædika.
Gud skapar
Ísraelfólk hildu, at navnið segði nakað um persónin. Gud sigur navn sítt vera
Jahve. Í Bíbliuni verður hetta umsett til HARRIN. Í Bíbliuni gera bíbliutýðarar
mun á, um talan er um HARRAN, Gud, og harra, høgan embætismann ella
ein, ið er sín egin harri, ræður sær sjálvum.
Í Bíbliuni, eitt nú í 1. og 2. Mósebók, stendur, at Gud er upphavsmaður til alt
gott.