54
Seinni varð hon send til Loreto kleystrið í Calcutta at arbeiða í millum tey
mongu fátøku og neyðstøddu í býnum. Tað var eisini har í býnum, hon gav
endaliga nunnulyftið. Familjan og alt hennara gamla lív varð strikað, og hon
gjørdist leiðari av St. Mary skúlanum.
Undir 2. veraldarbardaga kom nógv flóttafólk til Calcutta, og støðan var ring.
Betri var tað ikki, at týskarar støðugt bumbaðu býin, og neyðugt var at flyta
næmingar skúlans burtur. Teresa helt tó ongantíð uppat at undirvísa og hjálpa
teimum sjúku.
Í 1946 brast borgarakríggj á í India. Muslimar og hinduar bardust í fýra nætur
og fýra dagar, og mong lótu lív. Teresa royndi at halda næmingar sínar tryggar
innan fyri kleysturmúrarnar. Men at enda var eingin matur eftir. Teresa mátti
út at royna at útvega mat. Hon setti lívið í vága. Ræðuleikarnir, ið møttu henni,
vóru stórir. Allastaðni lógu deyð og særd, og nógvir handlar vóru brendir í
grund.
Við eitt steðgað ein lastbilur við hermonnum. Teresa fekk boð um at sleppa sær
inn aftur í kleystrið. Bønandi greiddi hon teimum frá, at hon hevði tríhundrað
næmingar, ið einki høvdu at eta.
Hetta hevði so stóra ávirkan á hermenninar, at teir koyrdu hana til eitt stað,
har hon kundi keypa rís. Aftaná koyrdi teir hana heimaftur og hjálptu henni
at fáa rísið til høldar.
Eftir drápið av teimum mongu indarunum fór Teresa við toki til kleystrið við
Himalaya. Hon hevði tørv á friði og at umhugsa støðu sína. Á ferðini hevði
hon kenslu av, at Gud hevði nakað at siga henni. Hon skuldi úr kleystrinum
at arbeiða við teimum fátøku og liva ímillum teirra. Nú visti hon, hvar hon
hoyrdi heima, men hvussu hetta læt seg gera, var nakað annað.
Tað var nærum ógjørligt at verða loystur úr nunnuskipanini aftur. Teresa
spurdi systrarnar. At enda setti hon seg í samband við erkibiskupin í Calcutta,
men allar staðir fekk hon noktandi svar.
Einasti møguleikin, ið sýndist vera, var, um hon segði seg ikki vilja vera nunna
longur. Men tað var ikki tað, hon vildi. At enda eydnaðist henni at sleppa
úr kleystrinum. Hon vildu tó støðugt liva upp til lyftið at liva í reinleika,
fátækdømi og lýdni.
Hon kundi nú byrja arbeiði sítt í fátækrabýlingunum. Hetta var í 1948. Teresa
læt seg í eina hvíta sari, vovin av bíligari bummull, lík teimum sari, ið fátækar
bengalskar konur gingu í. Við einum lítlum krossi og einum rósukransi fór
hon til prestin at fáa hann at vælsigna hesar lutir. Hetta var nýggi búnin hjá
Teresu.
Síðani fór Teresa til verka. Hon gjørdi eitt megnar arbeiði millum tey fátøku.
Hon hjálpti teimum á allan hátt, og nógv stóðu undrandi. Hvør var henda
hjartagóða kvinna, ið eisini kundi samskifta á egna málið teirra?