Kristni 9 - Lærarabók - page 62

62
Tað hendir jú eisini, at menniskju, ið hildu, at tey skuldu liva saman í gleði
og sorg, sum sagt verður í brúðarritualinum:
til lívið ger skilnað tykkara millum,
fingu annað at síggja. Tað var okkurt á leiðini, ið broytti hesa hugsan, og
avgerð varð tikin um at fara hvør til sítt.
Tað eru mong børn og ung, ið uppliva, at foreldrini fara hvørt til sín. Ein tílík
hending kann hava stóra sorg við sær bæði fyri tey vaksnu og kanska ikki
minst fyri børnini. Tað er ikki altíð so lætt hjá teimum at skilja, hví so skal
vera. Tey ynskja mangan, at alt verður aftur, sum tað var.
Tað hendir, at børnini taka skyldina av tí, ið hent er, á seg. Kanska alt hevði
verið øðrvísi, um tey eitt nú høvdu skikkað sær betur? Men børnini kunnu
ikki ábyrgdast, og tí verður uppgávan at verja tey sum best
Lívið má livast við øllum tí, ið møtir okkum á lívsleiðini!
1...,52,53,54,55,56,57,58,59,60,61 63,64,65,66,67,68,69,70,71,72,...148
Powered by FlippingBook