Føroyskur skattarættur - page 60

60
Full og avmarkað skattskylda til Føroya byggir á heilt ymisk fyribrigdi,
ávikavist á eitt persónligt og leiðsluligt tilknýti til Føroya og eitt fíggjarligt
tilknýti til Føroya. Tí er heldur einki samband millum hugtøkini. Ein ítøkilig
avgerð, at ein persónur ikki hevur fulla skattskyldu til Føroya, merkir tí ikki,
hann hevur avmarkaða skattskyldu til Føroya.
§ 2 í skattalógini ásetur, at avmarkaða skattskyldu til Føroya hevur
hvør
per­
sónur (einstaklingur), og
hvørt
felag o.a. (løgfrøðiligur persónur), sum ikki
hevur fulla skattskyldu til Føroya, og deyðsbúgv undir skiftisviðgerð
uttanlands, í tann mun teir her nevndu einstaklingar og løgfrøðiligu persónar
hava tær inntøkur, sum § 2 ítøkiliga ásetur undir
stk. 1,
litra a) – l).
Einans tær inntøkur, sum tilskilaðar eru undir litra a) – l) í § 2
stk. 1,
í skattalóg­
ini kunnu so statt elva til avmarkaða skattskyldu hjá teimum einstaklingum og
løgfrøðiligu persónum, sum nevndir eru í § 1,
stk. 1,
nr. 1) – 17) í skattalógini
umframt deyðsbúgv, sum eru undir skiftisviðgerð uttanlands.
Kapitalvinningsskattalógin, sum fekk gildi frá 16. november í 2001, ásetur,
at skattskylda áliggur øllum einstaklingum, løgfrøðiligum persónum, írokn­
að deyðsbúgvum undir skiftiviðgerð uttanlands, í tann mun hesi nevndu
skattasubjekt ella nevndu inntøkur eftir §§ 1 og 2 í skattalógini eru undir
ávikavist fullari ella avmarkaðari skattskyldug. Kapitalvinningsskattalógini
víðkar so statt ikki fullu ella avmarkaðu skattskylduna eftir skattalógini, men
hevur ta broyting við sær í mun til áður galdandi virðisbrævaskattalóg, at tær
inntøkur, sum eru undir avmarkaðari skattskyldu eftir § 2 í skattalógini,
eisini skulu rinda skatt, tey prosent av skattskyldugu inntøkuni, sum ásett er
í kapitalvinningsskattalógini. Í verki merkir hetta einans, at vinningsbýti ella
avhendingarupphæddir eftir § 5 í kapitalvinningsskattalógini, sum er undir
avmarkaðari skattskyldu eftir § 2, stk. 1, litra g í skattalógini, frameftir verður
skattað eftir kapitalvinningsskattalógini. Harafturat kann hugsast, at rentu­
inntøkur, sum partur av inntøkuni frá føstum rakstrarstaði eftir § 2, stk. 1,
litra d í skattalógini, koma undir kapitalvinningsskattalógina.
Mint kann her verða á, at við kolvetnisskattalógini varð sett í verk ein víðkað
skattskylda fyri bæði einstaklingar og løgfrøðiligar persónar, sum hvørki hava
fulla ella avmarkaða skattskyldu til Føroya.
Tær inntøkur, sum eftir § 2 í skattalógini kunnu stovna avmarkaða skatt-
skyldu, eru hesar:
1...,50,51,52,53,54,55,56,57,58,59 61,62,63,64,65,66,67,68,69,70,...284
Powered by FlippingBook