Føroyskur skattarættur - page 58

58
rinda skatt, sum er ásettur til 18% av skattskyldugu inntøkuni. Um so er, at
ein av nevndu løgfrøðiligu persónum hevur partapening, inngoldnan inn­
skotspening, ábyrgdarpening ella lutapening, sum er lægri enn 50.000 kr.,
skulu tey rinda skatt, sum er ásettur til 49% av skattskyldugu inntøkuni. Øll
partafeløg og smápartafeløg, sum nú eru skrásett í Føroyum, skulu eftir lóg­
ini hava skrásettan partapening ella innskotspening, sum er minst 50.000 kr.
Hetta er tó minni enn so altíð galdandi fyri meinlík feløg, sum eru skrásett
uttanlands, eitt nú í Bretlandi. Nú ber til í Føroyum at stovna íverksetarafeløg
við einum kapitalkravi á 1 kr. Hesi rinda hóast lága kapitalkravið einans 18%
í skatti av skattskyldugu inntøkuni.
Við gildi frá inntøkuárinum 2007 er skoytt upp í § 1 í skattalógini, at ein­
staklingar, feløg og grunnar o.tíl. við fullari skattskyldu til Føroya, men sum
sambært
tvískattasáttmála eru heimahoyrandi
uttanlands, kunnu bara draga
frá útreiðslur, sum viðvíkja inntøkum, sum Føroyar sambært sáttmálanum
kunnu skatta.
4.1.6. Fult ella avmarkað skattafrælsi eftir umsókn
Eftir § 3, stk. 3 í skattalógini kann Toll- og Skattaráð Føroya eftir umsókn
gera av, at løgfrøðiligir persónar, sum nevndir eru í skattalógini, § 1, stk. 1,
nr. 9 ( tryggingarfeløg, vinnurekandi grunnar, Framtaksgrunnur Føroya og
Fíggingargrunnurin frá 1992 ), nr. 10 (fastognalánsfeløg, útlánsfeløg og onn­
ur veðlánsfeløg, eins og sparikassar og lánsgrunnar, har einans stovnarar ella
ábyrgdarmenn eiga lut í avlopinum) og nr. 14 (onnur feløg, felagsskapir, leg­
at og aðrar stovnar í tann mun, tey hava inntøku av vinnu) fáa fult ella av­
markað skattafrælsi, um so er, at inntøkan eftir stovnarskipan, lógum ella
samtyktum teirra einans skal verða nýtt til alment góðgerin ella kirkjulig,
manngóð, listalig, vísindalig ella tílík endamál. Áðrenn Toll- og skattaráðið
tekur avgerð í slíkum málum, skal tað biðja um álit frá tilhaldskommununi
hjá umsøkjaranum.
At talan skal vera um feløg, sum koma undir § 1, stk. 1, nr. 9, 10 og 14 í skattalógini
skal skiljast bókstavliga.
Skatta- og avgjaldskærunevndin
hevur
í avgerð frá 05.02.2008
(mál nr. 07-02-22-41)
sligið fast, at heimildin hjá Toll- og Skattaráð Føroya at veita
skattafrælsi er avmarkað til feløg og stovnar, sum eru nevnd í § 1, stk. 1, nr. 9, 10 og
14 í skattalógini. Fyrsta treytin fyri skattafrælsi er soleiðis, at talan er um nevnda slag
av felag ella stovnum. Harnæst skal felagið lúka treytina, at inntøkan skal verða nýtt
til alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listalig, vísindalig ella tílík endamál. Í
hesum kærumáli tók Skatta- og avgjaldskærunevndin tí undir við avgerðini hjá Toll-
og Skattaráð Føroya at sýta eini umsókn frá einum smápartafelag um skattafrælsi,
hóast inntøkur felagsins burturav vórðu nýttar at geva út vísindalig verk og virksemi
í tí sambandi.
1...,48,49,50,51,52,53,54,55,56,57 59,60,61,62,63,64,65,66,67,68,...284
Powered by FlippingBook