Føroyskur skattarættur - page 54

54
Av tí at ein stórur partur av teimum einstaklingum og virkjum, sum høvdu
skattskyldu til Føroya eftir kolvetnisskattalógini, júst høvdu skattligan heim­
stað í Bretlandi, komu teir undir skattskyldu til Føroya eftir kolvetnisskatta­
lógini frá fyrsta degi. Eftir sáttmálanum millum Føroyar í øðrum partinum
og Bretland og Norðurírland í hinum partinum, sum kom í gildi 1. januar í
2009 í Føroyum
22
, hava Føroyar sum meginregla rættin at skatta slíkar frá­
landainntøkur eftir grein 21, men Bretland sum meginreglu hevur rættin at
skatta slíkar innlendisinntøkur eftir grein 20.
Einstaklingar og virki, sum hava skattligan heimstað í einum norðurlandi,
skulu sum meginreglu ikki rinda skatt í Føroyum, fyrr enn teir í einum ella
fleiri tíðarskeiðum, sum til samans ikki fara upp um 30 dagar í einum 12
mánaða skeiði, hava rikið virksemi, sum kemur undir skattskyldu eftir kol­
vetnisskattalógini. Hetta er ásett í grein 21 í tvískattasáttmálanum millum
norðurlond.
Sum kuriosum kann verða nevnt, at eftir grein 21, stk. 8 í tvískattasáttmál­
anum millum norðurlond er ásett, at útlendingur (í einum øðrum norður­
landi), sum rekur kolvetnisvirksemi frá føroysku strondini, og sum hevur
staðfest vinning (munurin millum handilsvirðið um flutningsmundið og
skattligu avskrivingarsaldu) við at flyta
23
boriútbúnað ella hotellpall út um
føroyska leið, er frítikin at rinda skatt av vinninginum í Føroyum.
Varð hetta ikki avrátt í tvískattasáttmálanum, hevði viðkomandi skyldu at
rinda skatt av vinninginum í Føroyum eftir §§ 7 og 8 í kolvetnisskattalógini,
jbr. § 31a í avskrivingarlógini.
Ein meira almenn umrøða av skatti av kolvetnisvirksemi á føroyskum øki
kemur aftaná partin um avmarkaða skattskyldu.
4.1.5. Løgfrøðiligir persónar
Deyðsbúgv og feløg av ymiskum slag, eisini kallaðir løgfrøðiligir persónar,
kunnu, á sama hátt sum einstaklingar, hava fulla skattskyldu til Føroya.
Fyri slíkar løgfrøðiligar persónar er tað ikki nóg mikið at gera av, um teir
22 Í Bretlandi og Norðurírlandi fekk avtalan gildi frá 6. apríl í 2009 viðvíkjandi inntøku- og kapital­
vinningsskatti og frá 1. apríl í 2009 viðvíkjandi partafelagsskatti.
23 Hóast tað ikki er ásett í norðurlendska tvískattasáttmálanum, í § 31a í avskrivingarlógini ella kolvetnis-
skattalógini, so skal talan ivaleyst vera um at flyta, av tí at virksemið heldur uppat her á landi, og ikki
einans um at flyta rakstrargøgn stutta tíð av føroyskum leiðum.
1...,44,45,46,47,48,49,50,51,52,53 55,56,57,58,59,60,61,62,63,64,...284
Powered by FlippingBook