Føroyskur skattarættur - page 45

45
umsókn kann veita skattafrælsi fyri 2 ár í senn. Veitast kann skattafrælsi fyri
75% av miðalbruttománaðarlønini seinastu 36 mánaðirnar, tó í minsta lagi
108.000 kr. um árið. Hevur persónurin ikki havt inntøku síðstu 36 mánað­
irnar, kann skattafrælsa upphæddin í mesta lagi verða 108.000 kr. árliga.
Toll- og skattaráðið kann víkja frá nevndu tølum í serligum førum.
4.1.1.3. Frítøka eftir umsókn fyri inntøkuskatt av løn og samsýning fyri
arbeiði sum útsendur í menningarlandi
Persónur, sum hevur fulla skattskyldu til Føroya, og sum í starvi hjá stovni, ið
skipar fyri og fíggjar altjóðamenningarsamstarv
ella
fyritøku, ið hevur avtalu
við slíkan stovn, er útsendur at gera arbeiðið fyri lønina og samsýningina í
einum menningarlandi, kann eftir § 29a í skattalógini søkja Toll- og skattaráð
Føroya um frítøku fyri at rinda inntøkuskatt av nevndu løn og samsýning.
4.1.1.4. Sendifólk Føroya uttanlands (§ 1, stk. 1, nr. 2)
Sendifólk Føroya uttanlands, sum ikki eru fevnd av nr. 1 ella 4, umframt sam­
búgvandi hjúnafelagar teirra og heimabúgvandi børn, sum eru undir 18 ár við
inntøkuársins byrjan, tá hesi ikki eru skyldug til at rinda inntøkuskatt til
annað land eftir reglunum fyri harbúgvandi einstaklingar.
4.1.1.5. Lesandi ella lærlingur uttanlands (§ 1, stk. 1, nr. 3)
Slík lesandi og lærlingar eru persónar, sum fara uttanlands í lestrarørindum
ella útbúgvingarørindum. Treytin fyri, at tey kunnu nýta hesar møguleikar,
er, at avvarðandi persónur letur
13
TAKS upplýsingar um útbúgvingina, útbú-
gvingarstað og ásetta lestrartíð, upplýsir um broytingar í útbúgvingini, og at
hann til eina og hvørja tíð kann sanna at vera í útbúgving. Kravið sambært
lógini er, at tann, sum vil vera undir fullari skattskyldu eftir hesi reglu, hevur
havt fastan bústað í Føroyum í minst 4 ár. Kravt verður tó ikki, at persónurin
frammanundan skal hava havt fastan bústað í 4 ár í Føroyum uttan slit.
Kravið er, at hann skal hava havt fastan bústað í Føroyum frammanundan í
minst 4 ár til samans.
Full skattskylda til Føroya eftir hesi áseting er so statt treytað av, at tann les­
andi ella lærlingurin uttanlands vendir sær til skattavaldið í Føroyum og setir
fram umbøn um at halda fram ella koma undir fulla skattskyldu til Føroya.
4.1.1.6. Dvølur bráðfeingis í Føroyum uttan at hava bústað (§ 1, stk. 1,
nr. 4)
Full skattskylda tekur í hesum føri við frá fyrsta degi, persónurin kom til
13 Ásett í kunngerð nr. 109 frá 5.7.2001 frá Fíggjarmálastýrinum um lesandi og lærlingar uttanlands.
1...,35,36,37,38,39,40,41,42,43,44 46,47,48,49,50,51,52,53,54,55,...284
Powered by FlippingBook