Føroyskur skattarættur - page 48

48
Í kæruni verður m. a. greitt frá, at høvuðspartaeigarin í 1988 keypti tangaskip, ið eitt
føroyskt partafelag átti. Høvuðspartaeigarin keypti felagið, sum skifti navn, og skipið
fekk annað navn. Føroyingar og útlendingar hava siglt við skipinum.
Advokaturin segði, at teir útlendingar, ið hava siglt við skipinum øll árini, høvdu
skattliga verið viðgjørdir hjá reiðarínum sambært § 1, stk. 1, nr. 6) í skattalógini, ið
gjøllari vegleiðing var givin um við rundskrivi líkningarráðsins nr. 2 frá 1. september
í 1986. Advokaturin greiddi frá, at tað var uppfatanin hjá reiðarínum, at tá ið reiðarí­
ið yvirtók skipið, høvdu útlendingarnir verið við so leingi, at teir ikki skulu gjalda
skatt í Føroyum sambært skattalógini og nevnda rundskrivi, og varð tí skattur
ongantíð afturhildin í sambandi við lønarútgjalding til útlendingarnar.
Samstundis sum FAS-skipanin kom í gildi í Føroyum, varð skattalógin broytt (løg-
tingslóg nr. 77 frá 10. mars í 1992). Henda lógarbroyting kom í gildi 3. juni í 1992.
Sambært hesi broyting varð eitt ískoyti gjørt í § 2 í skattalógini, sum „nýtt litra j“,
sum ásetur, at A-inntøka, sum stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett við heim­
staði í Føroyum, kom undir avmarkaða skattskyldu og skuldi so statt skattast við
42%.
Reiðaríið var ikki varugt við hesa broyting í skattalógini og helt seg framvegis til
rundskriv nr. 2 frá 1. september í 1986. Tað hevði ikki fingið boð, at nevnda rund­
skriv var sett úr gildi, og víst varð á, at rundskrivið var við í skattalógarsavninum frá
1993 á s. 254, t.e. eitt ár eftir tað, at skattalógarbroytingin var kunngjørd.
Toll- og Skattstovan (T&S) boðaði reiðarínum skrivliga frá, at útlendingarnir við
skipinum skuldu setast í skatt eftir § 2, stk. 1, litra j) í skattalógini frá 4. juni í 1992
at rokna. Advokaturin vísti á, at tá ið skattalógarbroytingin kom í gildi 3. juni í 1992
varð einki rundskriv ella onnur vegleiðing send runt til reiðaríini. Partafelagið fekk í
øllum førum eingi onnur boð enn tey, sum vóru givin við rundskrivinum frá 1. sep-
tember í 1986. Hevði reiðaríið vitað um skattalógarbroytingarnar, hevði borið til at
fingið skipið skrásett í FAS-skipanini longu í juni í 1992.
T
&
S viðmerkti í hoyringarsvarinum
, at § 1, stk. 1, nr. 6) í skattalógini varð broytt í
1992, tá ið FAS-skipanin kom í gildi. Sambært viðmerkingunum til lógarbroyting­
ina varð tað hildið óhóskandi og óvanligt, at persónur, sum ikki hevði persónligt
tilknýti til landið, kundi koma undir fulla skattskyldu.
§ 1, stk. 1, nr. 6) ásetti, at persónur, sum var við føroyskum skipi, og sum hevði verið
fult skattskyldugur til Føroya eftir ásetingunum um bústað í Føroyum og dvøl í Før­
oyum, var undir fullari skattskyldu. Persónur, sum ikki er undir fullari skattskyldu,
men hevur fíggjarligt tilknýti til Føroya, er undir avmarkaðari skattskyldu av tí inn-
tøku, viðkomandi fær úr Føroyum.
1...,38,39,40,41,42,43,44,45,46,47 49,50,51,52,53,54,55,56,57,58,...284
Powered by FlippingBook