Føroyskur skattarættur - page 47

47
vann fyri arbeiðið í Føroyum. Eftir § 8 í ásetingarlógini varð lønarinntøka hansara tí
bruttoskattað 42%. Skattgjaldarin hevði fulla skattskyldu til Danmarkar, og bú­
staður hansara í skattligum týdningi var í Danmark og ikki í Føroyum. At skattgjald­
arin hevði arbeitt í Føroyum í 90 dagar, broytti ikki skattliga bústaðin til at vera í
Føroyum. Tað er einki í vegin fyri, at skattgjaldarin varðveitir sín bústað í Danmark,
hóast hann dvølur eitt tíðarskeið í Føroyum. Tá skattgjaldarin er skattaður eftir vanl­
igu ásetingunum um avmarkaða skattskyldu fyri persónar, sum eitt stutt tíðarskeið
uppihalda sær í Føroyum og so flyta burtur aftur, mælti skattavaldið til onga broyting
at gera.
Landsskattanevndin
tók undir við tilmælinum hjá skattavaldinum og samtykti at stað­
festa álíkningina
.
4.1.1.7. Við føroyskum skipi (§ 1, stk. 1, nr. 5)
Vert er at geva sær far um, at treytin er, at persónurin hevði fulla skattskyldu
til Føroya, tá hann fór umborð á føroyska skipið. Einki krav er um, at persón­
urin skal vera føroyingur (danskur ríkisborgari við føroyskum heimarætti).
Tað verður heldur ikki kravt, at persónurin skal vera ein partur av manning­
ini við skipinum, ella at hann t.d. skal vera mynstraður. Eftir orðingini í lóg­
ini er nóg mikið, at persónurin heldur til umborð á einum føroyskum skipi
(skip, sum er skrásett í Føroyum).
Fulla skattskyldan kann eftir hesi áseting falla burtur frá tí degi, persónurin
við sýndum skjølum kann sanna at vera búsitandi uttanlands og at vera settur
í inntøkuskatt har eftir reglum, ið galda fyri búsett har.
Hevur persónurin ikki fulla skattskyldu, tá hann fór umborð á føroyska skip­
ið, ásetur § 2, stk. 1, litra j) í skattalógini, at hann fær avmarkaða skattskyldu
til Føroya av hýruni, hann vinnur umborð á føroyska skipinum. Um hetta er
gjøllari greitt frá seinni undir partinum um avmarkaða skattskyldu. Núver­
andi ásetingarnar um fullu og avmarkaðu skattskylduna hjá manning um-
borð á føroyskum skipum vórðu settar í gildi, samstundis sum FAS-skipan­
in
14
kom í gildi. Hvørjar hesar søguligu broytingar vóru, og hvørja ávirkan
tær hava fingið fyri skattskylduna hjá persónum við føroyskum skipum er
umrøtt í
avgerð nr. 65/1994 hjá Landsskattanevndini
, har viðgjørd varð kæra frá advokati,
sum fyri partafelag kærdi um skattsetingina til manning við føroyskum skipi.
14 FAS er stytting av Føroyska Altjóða Skipaskráin, ið er ein serlig skipaskrá, sum gevur reiðaranum rætt
til at fáa afturbornan ein part av útgoldnu hýrunum.
1...,37,38,39,40,41,42,43,44,45,46 48,49,50,51,52,53,54,55,56,57,...284
Powered by FlippingBook