Føroyskur skattarættur - page 52

52
Av tí at bæði ásetingarnar í skattalógini og í norðurlendska tvískattasáttmálanum eru
fylgdar, mælti líkningarvaldið til at staðfesta álíkningina fyri 1992.
Landsskattanevndin
samtykti at staðfesta álíkningina fyri 1992.
Avgerð
frá 07.12.2005 (mál nr. 05-02-22-21)
hjá
Skatta- og avgjaldskæru­
nevndini
er eisini samsvarandi hesi mannagongd.
4.1.3. Føroyska Altjóða Skipaskráin FAS
Tann skattligi parturin av FAS-skipanin er fyri manningina
19
í stuttum, at
manning við
fullari skattskyldu
til Føroya rindar bruttoskatt 35% av A-inn-
tøkuni, sum stavar frá virksemi á skipi, skrásett í FAS. Henda inntøka skal tó
verða roknað upp í skattagrundarlagið, og fær tí progressjónsávirkan fyri
skattingina sum heild (progressjónsfyrivarni).
Manning við
avmarkaðari skattskyldu
til Føroya rindar eisini bruttoskatt 35%
av A-inntøku, sum stavar frá virksemi við skipi, skrásett í FAS
20
.
Tann skattligi parturin av FAS-skipanini er fyri reiðarar, í stuttum, at reiðarar
undir skipanini fáa afturbornan ein part av útgoldnu hýrunum. Eftir hesi
skipan, sum er ásett í § 63a í skattalógini, hevur føroyskur reiðari rætt til at
fáa afturbornan ein part, sum í løtuni er 35%, av hýruni, hann rindar
manning, sum ger tænastu við skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni
FAS.
Tað er beinleiðis ásett í § 63a í skattalógini, at reglurnar um afturbering eru
ikki galdandi fyri tænastu útinta
1. við skipi skrásettum í Føroyum, sum við ongari manning verður leigað
útlendskum reiðaravirki til ferðafólkaflutning og/ella farmaflutnings
19 Inntil 1. januar 2009 vóru manningar við fullari skattskyldu til Føroya, sum vunnu A-inntøku, stavandi
frá virksemi umborð á skipi, skrásett undir FAS ella útlendskum skipum við ongari manning, sum
føroysk reiðaravirki høvdu leigað, skattaðar eftir § 25a í skattalógini (veiðiinntøkur).
20 Inntil 1. august í 2017 rindaðu manningar, sum høvdu inntøkur av virksemi umborð á skipi, sum eftir
§ 2, stk. 1, litra j 2. pkt. í skattalógini kundu javnmetast við skip skrásett í FAS eisini ein bruttoskatt
upp á 35% av hesi A-inntøku. Fyri skip, sum 1. august í 2017 vóru bare-boat leigað til Føroya, fer
hesin møguleiki úr gildi 31. desember í 2018. Fyri skip, sum 1. august í 2017 vóru bare-boat leigað til
Føroya, fer hesin møguleiki ikki úr gildi fyrr enn 31. desember í 2025 við atliti at skatti av hýrum til
einstaklingar, sum hava fulla skattskyldu til Føroya. Fyri skip, sum 1. august í 2017 vóru bare-boat
leigað til Føroya og sum luku allar treytirnar fyri at verða skrásett í FAS, fellur hesin møguleiki burtur,
tá ið leiguavtalurnar, sum tá vóru í gildi, ganga út.
1...,42,43,44,45,46,47,48,49,50,51 53,54,55,56,57,58,59,60,61,62,...284
Powered by FlippingBook