Føroyskur skattarættur - page 50

50
undir 18 ár 1. januar í avvarðandi skattaári (frádrátt eftir § 2 í ásetingarlógini
og § 46, stk. 2 í skattalógini) og persónar, sum hava goldið endaligan skatt
uttanlands (frádrátt eftir § 154, stk. 1 í skattalógini). Frádráttirnir kunnu
verða drignir frá í tí raðfylgju, sum nevnt er frammanfyri.
Seinnu árini eru frávik ella serskipanir
15
gjørd fyri ávísar inntøkur. Serskipan­
irnar fevna í høvuðsheitum um arbeiðsinntøkur, sum vunnar eru í starvi við
skipum.
Talan er um
Veiðiinntøkur,
har tær fyrst vunnu 470.000 kr. eftir § 33, nr. 17 í skattalógini
skulu verða lækkaðar 14 % , áðrenn skatturin kann verða roknaður. Tann
árliga lækkingin í inntøkuni kann so statt verða í mesta lagi 65.800 kr.
Veiðiinntøkur verða gjørdar upp eftir § 25a í skattalógini.
Henda skattaútrokning er galdandi fyri allar persónar við fullari skattskyldu til
Føroya, og sum eru mynstraðir við føroyskum ella útlendskum fiskiførum.
Skattskyldug inntøka fyri arbeiði uttanlands ella umborð á útlendskum skipi
verður skattað við 35%
16
aftaná at 30%, tó í mesta lagi 120.000 kr., eru
drigin frá hesi inntøku í inntøkuárinum. Hetta er tó ikki galdandi fyri løn
fyri arbeiði uttanlands, sum kemur undir grein 15, stk. 4 í norðurlendska
tvískattasáttmálanum (løn fyri arbeiði umborð á flogførum og hýru frá fiski-,
kópa- ella hvalaveiðubáti).
DIS
17
inntøkur
elva í praksis ikki til skattlegging, tá allur inntøkuskatturin
hjá tí, ið fær DIS-inntøku eftir protokol
18
í norðurlendska tvískattasáttmál­
anum verður lækkaður ta upphædd, sum lutfalsliga fellur á hesa innøku.
Landsskattanevndin
hevur í
máli nr. 24/1993
viðgjørt eina kæru, sum snúði
seg um inntøku við skipi undir DIS-skipanini. Málið lýsir – umframt skatt­
ligu ásetingarnar – eisini sera væl søguligu grundgevingarnar fyri at seta í verk
skattligu serviðgerðina viðvíkjandi inntøkum undir DIS-skipanini.
15 Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, umrøður serskattaskipanir í grein undir heitinum „Hótta serskattaskip­
anir rættartrygdina?“ í Føroyskt Lógar Rit, vol. 2, no. 2, nov 2002.
16 § 33, nr. 13, jbr. § 25b, stk. 1 í skattalógini, jbr. § 1, stk. 2 í ásetingarlógini.
17 DIS er stytting av Dansk Internationalt Skibsregister, sum er ein serlig skipaskrá, ið gevur manningini
skattafrælsi av hýrunum, sum eru vunnar við skipum, ið eru skrásett í hesi skrá.
18 Protokollin kom í gildi frá 2005. Frammanundan var heimildin í § 154, stk. 2 í skattalógini.
1...,40,41,42,43,44,45,46,47,48,49 51,52,53,54,55,56,57,58,59,60,...284
Powered by FlippingBook