– 5 –
Formæli
Í 1952 kom
Københavns Lærerkor
til Føroya á konsertvitjan. Leiðari tess var gitni tónlistamaðurin
Karl Clausen. Væl rann saman millum hendan andborna mann og føroysk mentafólk. Á vitjan
hansara aftur higar og á uttanlandsferðum við
Havnar Sangfelag
seinni í 50-árunum komu vit
kórsangarar í tættari samband við henda framúrskarandi kórmann, ið orð gingu av. Í kórinum
sungu vit eisini onkrar av hansara vælljómandi kórsatsum.
Í mínari lestrartíð í Keypmannahavn – tað mundi vera á heysti 1960 – tóku vit stig til at savna
føroyingar til kórsang. Fekk tá hugskotið at fara og biðja
Kalle
, sum hann varð nevndur millum
vinir og kenningar, um at gera kórsatsir til onkur føroysk løg. Lagt varð fyri við J. Waagstein, og
fyrstu sangirnir vóru “Nú hitar sólin bjarta” og “Í búri”, sum honum frammanundan dámdi so
væl.
Eftir at
Útvarpskórið
í januar 1966 var stovnað við tí sum fremsta endamál at fáa føroyskar sangir
sungnar inn á band til útvarpið, gjørdist rættiligur tørvur á satsum til føroysk løg. Karl Clausen
var makaleysur at heita á, og brátt kundu føroyingar í útvarpinum hoyra kendar sangir sungnar
í kóri við løgum eftir Óla Jákup í Horni, Petur Alberg, Alexandur Enniberg, Andreu Árting,
Hans Arvesen, Sámal Petersen og teir yngru Dan Højgaard og Knút Olsen.
Á hvítusunnu 1967 varð fyrsta føroyska kórstevnan hildin. Tónleikaligur leiðari var Karl Clau
sen. Hesa og aðrar fylgjandi kórstevnuvitjanir nýtti hann eisini til at koma á tal við eldri fólk,
sum høvdu kunnleika til andaligan sang frá fornari tíð, ið var eitt av hansara hjartamálum. Hetta
gjørdist byrjanin til eina sera umfatandi innsavnan av gomlum andaligum sangi í Føroyum, sum
K. Clausen framdi av sínum eintingum, og sum dóttir hansara Marianne Clausen helt á við og
hevur viðgjørt í vísindaligum útgávum.
Hetta samband Karl Clausens við gamlan føroyskan sálmasang kom eisini til sjóndar í teim
mongu satsum, sum nú streymaðu frá hansara hond, til løg, ið hann sjálvur hevði tikið upp á
band og fest á blað, og eisini mong teirra, sum Jógvan Waagstein í sínari tíð savnaði og gav út.
Ivaleyst er tað í hesum meira tíðarleysa sálmapartinum, at tyngdin í hesum sangsavni liggur.
Nógv av hesum kórtilfari hevur hesi mongu ár í avritum verið tøkt hjá føroyskum kórum, er
vorðið fólkaogn og hevur verið eitt álit við so mong kórhøvi. Annað av tí kemur nústani fram í
ljósið og man tí ikki hava minni áhuga.
Samanumtikið er at vóna, at hesin kórbóklingur við føroyskum sálmum og sangum í sínum
frálíku kórbúnum kann gera sítt til at varðveita sambandið við okkara sangliga ættararv og enn í
mong ár verður ein hornasteinur í fólksligum kórsangi í Føroyum. Vónandi verður hann hentur
og verður til gleði og gagns í sangundirvísingini, bæði í skúlum okkara og aðrastaðni.
Føroya Skúlabókagrunni takki eg hjartaliga fyri, at hann vildi átaka sær hesa útgávuna.
Um pálsmessumundið 2004
Ólavur Hátún
Karl Clausen (1904-1972)