2.
3.
4.
5.
6.
7.
8.
Ja, fuglameingi› alt er burtur fari›,
nú sæst bert einhvør kráka, onkur stari;
um eggjatrom hátt havhesturin fl‡gur,
og smáfuglur sær inn í holu sm‡gur.
Og loti› kólnar, nú i› sólin lækkar,
og ervasey›ur sær at gør›um fjakkar;
um húsahorn fer tráur nor›anvindur,
nú hvítur stendur spelkin fjallatindur.
Víst vetraralda er í sjógvin komin,
í skúmi va›ar vakra Nasatromin,
og ógvusliga óløgini bróta,
- av Usini tey inn á Sand seg skjóta.
Nú er so miki› li›i› út á heysti›,
at mangur ma›ur dregur bát í neysti›;
tá ekkaleysir teir til húsa ganga,
nú valdi› hevur vetrarnáttin langa.
Ta› er so tómt um tún og bygdargøtu,
bert okkurt fólki› hómast onkra løtu;
og summi støkka inn á gátt hjá granna
at frætta tí›indi og vera millum manna.
Tey flestu tó í stovu saman sita,
ei mæla or›, og ta› má gestur vita!
í sjónvarpsskíggja sita øll og stara
ómælandi - alt me›an slektir fara!
Og úti blæsur tráur nor›anvindur,
men kvirrur stendur kavataktur tindur;
hann sær, st si›ir skifta, slektir fara,
men fáur flytur førning millum var›a.
Um veturnætur • sí›a 2 av 2
© Føroya Skúlabókagrunnur 2006