Søga 4, ein søguferð - page 58

58
Hyggið at føroyakorti.
Keypslisti
Alt hetta nógva sambandið við
handilsbýin Bergen er so gamalt,
at næstan einki er varðveitt um
tað. Eitt undantak er ein listi
yvir føroyingar, sum keyptu frá
handlinum í Bergen í 1567.
Keypmannahavn heldur enn Bergen
Í umleið 1620 hendu stórar broytingar í sambandinum
við Bergen. Í fleiri 100 ár hevði Bergen verið stórbýurin
í Norðurlondum og tann býurin, føroyingar høvdu mest
samband við. Um hetta mundið vaks Keypmannahavn nógv,
og handilsskipini fóru at sigla hagar við vørum úr Føroyum
og eftir vørum, sum fólk høvdu tørv á.
Uppgáva
Skriva eitt “gamalt”
skjal og set innsigli á.
Nøkur av teimum, sum eru nevnd á
keypslistanum
Jens í Saksun
Niels á Velbastað
Rasmus í Norðradali
Anna Haraldsdóttir
Jón í Kollafirði
Helgi Grái í Havn
Eirikur í Vestmanna
Niels Joensen á Viðareiði
Laurits í Haraldssundi
Tórmóður á Eiði
Andras í Funningi
Pól í Norðragøtu
Hálvdan í Sandavági
Tummas í Gásadali
Asbjørn í Skálavík
Guttorm í Húsavík
Mikkjal í Froðba
Dávid í Hesti
Jóhannes í Kaldbak
I...,30,31,32,33,52,53,54,55,56,57 59,Baksíða