Bardagar um valdið í Føroyum
31
Sigmundur fór avstað og møtti jallinum, men Tróndur kom
ikki til Noregs. Skipið hjá Tróndi rak hvørja ferð aftur til
Føroya. Hákun jallur gjørdi av, at Tróndur skuldi gjalda fýra
bøtur. Eina bót fekk hann fyri at hava dripið Brest, eina fyri
at drepa Beinir, eina fyri at hava ætlað at dripið Sigmund og
Tór og eina fyri at selja teir.
Hákun jallur gjørdi eisini av, at Sigmundur skuldi eiga
helvtina av landinum, og at hann sjálvur skuldi hava hina
helvtina. Sigmundur fór aftur til Føroya
við hesum boðunum. Tróndur og
Sigmundur møttust aftur á tinginum
í Havn, og har góðtók Tróndur
boðini frá jallinum.