23
Bardagar um
valdið í Føroyum
Hvat man ein skinnbók vera?
Hvat heldur tú Føroyingasøga er?
Hvussu fólk í Føroyum livdu, og hvat tey gjørdu fyrstu tíðina,
tey búðu í landinum, vita vit ikki so nógv um. Í Íslandi eru
nógvar gamlar skinnbøkur. Í teimum eru søgur um ferðandi
víkingar, og úr skinnbókunum hava vit fingið Føroyingasøgu.
Føroyingasøga fortelur um Føroyar og fólk í Føroyum í
víkingaøld. Nógv mest er um Trónd í Gøtu og Sigmund
Brestisson og stríð teirra um, hvør skuldi ráða í Føroyum.
Sagt verður eisini frá um Havgrím í Hovi og brøðurnar
Brestir og Beinir, sum búðu í Skúgvoy.
Rúnasteinur í Sandavágs
kirkju. Á honum stendur
skrivað: “Torkil Onundarson
Eystmaður av Rogalandi
bygdi henda stað fyrst”.
Tín rúnasteinur
Brúka
5
til
uppgávuna
Uppgáva
Tróndur í Gøtu dugdi bæði at lesa og skriva rúnir. Tað
vóru ikki so nógv fólk í Føroyum, sum dugdu tað.
Summi hildu, at Tróndur var ógvuliga klókur, tí hann
dugdi tað, og onnur hildu, at hann dugdi gand.
f u a
h n i a s t b m l R
r k
þ