Søga 4, ein søguferð - page 7

Undranarspurningar
Undranarspurningar eru í hvørjum
kapitli, ofta fleiri ferðir. Spurningarnir
eru soleiðis, at teir hava okkurt við
evnið í kapitlinum at gera. Ætlanin
við undranarspurningunum er, at tit
fáa nakað av vitan um tekstin, áðrenn
tit fara at lesa. Hetta ger tað lættari
og áhugaverdari at lesa og arbeiða við
tekstinum.
Pílur
Pílurin er ein ímynd, sum hjálpir við
ymiskum í bókini. Ímyndin sigur frá, at
her er okkurt, sum vert er at lesa ella
hyggja at. Tað kann vera ein faktaboks
ella ein uppgáva av onkrum slag.
Prikkar
Prikkarnir siga frá, at nú er ein søga í
søguni. Við onkrar av søgunum stendur
FIKTIÓN. Hetta merkir, at søgan er ikki
sonn, m.a. eru persónarnir uppfunnir,
men vit vita frá søguni, at soleiðis var tað,
og tí er “hendingin” sonn.
Tíðarlinja
Hvør kapittul byrjar við einari tíðarlinju.
Reyða strikan vísir tíðarskeiðið, sum
kapittulin er um. Gráu strikunar vísa
tiðarskeiðið í kapitlinum beint áðrenn og
beint aftaná.
Orðafrágreiðingar
Niðast á síðuni er ein breddi til
orðafrágreiðingar. Orðini, sum eru í
breddanum, eru orð, sum vit halda vera
eitt sindur torfør og tí mugu greiðast
frá. Orðini, sum standa í breddanum eru
gjørd myrkari í tekstinum, so lættari er at
finna tey aftur.
Her fara vit at læra um
Her fáa tit innlit í, hvat hvør kapittul
er um. Hetta er gjørt fyri at geva nakrar
ábendingar um, hvat tit fara at lesa
ella hoyra um, tá tit fara at arbeiða við
kapitlinum.
Vit hava lært um
Her verður tikið samanum kapittulin.
Sigast kann, at í stuttum verður svarað
uppá tað, sum stendur undir
Her fara vit at læra um.
700
Broytingar
Bardagar um
valdið í Føroyum
900
1000
1100
1200
1300
800
1400
Kongsvald
og lógir
Visti tú
7
I,II,1,2,3,4,5,6 8,9,22,23,24,25,26,27,28,29,...Baksíða