At ferðast er at liva, verður sagt, og fáa
staðni hóskar hesin setningur betur enn
til Føroya søgu.
Í hesi bók er hugtakið ferðing eitt
yvirskipað evni, tí samstundis sum
ferðing og sambandið við útheimin fylla
nógv í flestu kapitlunum í bókini, gevur
tað eisini góðar møguleikar at knýta
føroyska søgu upp í norðurlendska og
evropiska søgu. Eitt av endamálunum við
hesum evninum er, at næmingurin frá
byrjan av skilir føroyska søgu sum partur
av eini størri heild.
Um eingin var, sum ferðaðist, so høvdu
Føroyar framvegis verið manntómar.
Nýggjasta vitanin um fyrstu fólkini í
Føroyum er lítil og eingin, men vit vita,
at tey ferðaðust, og at tað var henda
ferðingin, sum setti gongd á søgu okkara.
Um hesi fólk bara vitjaðu her eina løtu,
ella gjørdust búføst, vita vit als einki um,
enn.
At ferðast
er at liva
Formæli
4